Lesibólkur á arbeiðsplássinum: Fótbóltskjakið skift út við kjak um bøkur

01.02.21

Seinastu tíðina er kjakið í lærarastovuni í Eysturskúlanum farið at snúgva seg um bøkur heldur enn fótbólt. Orsøkin er lesibólkurin hjá lærarunum, sum hevur savnað starvsfólkini av nýggjum.

Í heyst tóku nakrir av lærarunum í Eysturskúlanum avgerð um at stovna ein lesibólk, og undirtøkan hevur fyri lesibólkinum hevur víst seg at vera serstakliga góð.

- Av teimum 40-50 lærarunum møttu ikki færri enn 16 starvsfólk til fyrsta fundin og til næsta fundin vóru vir 20, greiðir Kristianna Poulsen, stigtakari, frá.


Lærararnir, sum luttóku á fundinum, komu frá øllum lærugreinum, og saman funnu tey nógvar vinklar til at tosa um bøkurnar, tey higartil hava lisið.

- Vit hava avgjørt bert at lesa føroyskar bøkur, so vit løgdu út við Ikki fyrrenn tá eftir Oddfríð Marna Rasmussen, og síðani lósu vit bøkurnar hjá Sólrún Michelsen, Ein táttur er silvur og Ein annar er gull.


Kristianna greiðir frá, at lesibólkurin hevur broytt so nógv. Sjálvt prátið millum lærararnar er øðrvísi. Fótbóltskjakið fyllir minni, og í staðin verður tosað um bøkurnar á lærarastovuni og úti á gongini.

- Vit hava gjørt okkum nakrar tankar um, hvat hetta skal vera fyri ein lesibólkur, og vit eru komin til ta niðurstøðu, at vit við lesibólkinum vilja skapa lesigleði og eina lesiuppliving. Tað skal ikki vera nøkur perspektivering ella nøkur endaliga niðurstøða, sum vit skulu vera samd um. Tað skal bara vera stuttligt at lesa og at tosa um bøkur. Tað hevur eydnast, og tað hevur verið gevandi á allar mátar.


Lesibólkurin í Eysturskúlanum hittist sættu hvørja viku, og næstu ferð tey hittast, hava tey lisið bókina Glansbílætasamlararnir eftir Jóannes Nielsen.