
Lán eina bók og fá eina tasku við
21.03.23
25. mars er føroyski móðurmálsdagurin. Í hesum sambandi hava vit tískil tikið upp samstarv við bókasøvn kring landið. Tá tú lænir eina bók á bókasavninum, fært tú eina av okkara nýggju litføgru taskum við.
Á hvørjum ári hátíðarhalda vit móðurmálsdagin á føðingardegi V. U. Hammershaimbs, sum er 25. mars. Venceslaus Ulricus Hammershaimb var prestur og málgranskari og verður róptur faðirin at føroyska skriftmálinum. Hann var eldhugaður málfrøðingur og savnaði saman føroysk kvæði, sagnir og fólkaminni í útgávum sínum, sum vóru útgivin í søvnum og tíðarritum.
At tað er umráðandi at fara væl um móðurmálið kann Føroyar lesa bert taka undir við. Vit hoyra javnan frá námsføðingum, lærarum, foreldrum og øðrum, sum stúra fyri málinum og lesiførleikanum millum børn og ung. Tað er ein sannroynd, at lesingin hevur trupul kor í kappingini við útlendskar miðlar, spøl, sjónvarpsrøðir og annað. Tí royna vit áhaldandi at minna á týdningin av at lesa.
Les eisini: 10 góðir lesivanar
Síðani Føroyar lesa sá dagsins ljós, hava vit framleitt Føroyar lesa-taskur í ymiskum litum. Nýggjasta taskan er várlig við grønum og gulum litum. Í sambandi við Móðurmálsdagin verður hendan taskan at fáa á bókasøvnum kring landið, tá tú lænir eina bók á bókasavninum. Taskurnar verða latnar hesa vikuna, og so leingi taskur eru á goymslu. Er einki bókasavn í tínum øki, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Føroyar lesa.
Vónandi taka lesarar og lánarar væl ímóti taskunum og átakinum sum heild. Hava tit hugskot til, hvussu vit kunnu stimbra lesingina á ein ella annan hátt, hoyra vit fegin frá tykkum.
Les eisini: - Tað snýr seg ikki bert um at fylla orð á. Tað er nærveran, sum er avgerandi


