20. desember
20.12.20
"Um veturin, tá ið frost var á rútunum, spældu børnini úti í kavanum. Tey beistaðust, og ein dagin steðgaði Kaj brádliga og rópti:
- Av! Eg fekk rusk í eygað og sting í hjartað!
Gerda hugdi honum í eygað, men einki hon sá.
- Eg haldi, tað hvarv!, segði Kaj. Men tíverri. Neyðars Kaj hevði fingið eitt evarska lítið glasbrot av gandaspeglinum beinleiðis í hjartað.
- Gerda, hví grætur tú? spurdi hann harðliga. - Tú skuldi sæð, hvussu ljót tú ert!
Og so rann hann avstað.
Gerda hvakk við og rópti eftir honum, men hann steðgaði ikki á. Tá kom ein stór hvít sleða. Hvítir hestar vóru spentir fyri, og onkur sat á sleðuni, avdubbaður í hvítari kápu. Kaj lítli bar skjótt at og bant sleðu sína aftur úr tí stóru sleðuni.
Stutt eftir fóru báðar sleðurnar út um býargrindina og hvurvu í flyksingunum. Kal royndi at loysa sleðu sína frá, men ikki bar til, og lítla sleða hansara fleyg avstað við fúkandi ferð.
Tá kom eitt heglingsæl, og hvíta sleðan steðgaði. Avkavaða skepilsið reistist, og nú kendi Kaj: Tað var Snjódrotningin!
- Doyggj ikki í kulda, segði Snjódrotningin og ballaði kápuna um Kaj, bar hann yvir á sleðu sína og kysti hann á ennið. Kossurin var so ísakaldur, og kuldin breiddi seg til hjartað”.
(Snjódrotningin, eftir H. C. Andersen, Lena Jacobsen týddi, Føroya Lærarafelag, 1990)