top of page

18. desember

18.12.20

”Jólafrí merkir ikki altíð at hava frí, altso einki at gera. Jólafrí merkir jólahald við arbeiðsplássinum hjá foreldrunum, skriva jólakort, tí mamma sigur, at tú skalt. Keypa jólaklæði, sum mamman enn vil avgera, hvat er, renna í handilin fimm ferðir um dagin, tí mamma manglar sjokulátu ella rosinur ella okkurt til alt tað, vit MUGU hava, tá tað skjótt eru jól. Vera noyddur á konsert hjá Olgu mostur, bara tí hon syngur í onkrum kóri, og vitja og fáa vitjan av dóttur Olgu, sum tekniskt er systkinabarnið hjá Bergi, sum býr í Odense, har hon lesur til lækna. Hon er so irriterandi, at tað er heilt ótrúligt, og mamman og Olga halda, at hon er fantastisk. Tær eru og vitja, tí Bergur er farin við pápa sínum at keypa jólatræ. At keypa jólatræ er eisini vanliga eitt hugnaligt gerðamál, men ikki við pápa Bergi!

”Keypa, keypa, keypa, vit bara keypa. Øll keypa!!!” sigur pápin, meðan hann koyrir runt og runt í miðbýnum. ”Áh, her eru barastani eingi parkeringspláss, tað er heilt ótrúligt. Hvat kann mann gera?” ”Ganga?” skjýtur Bergur upp. Hann og Anna Durita sita á baksetrinum, og hann tímir ikki at hoyra pápan roksa so illa. Hann vil bara hava frið, hann er so keddur um Eingilu, og pápin heldur, at eitt manglandi parkeringspláss er ein trupulleiki? Hevði hann bara vitað Bergursa trupulleikar!”


(Eg sá ein eingil, Elin á Rógvi, Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2015)

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page