top of page
Reading

Upprunin til Føroyar lesa

 

Hugskotið til átakið Føroyar lesa stavar frá einum uppriti við 12 tilmælum, ið tær, ið stóðu fyri stóru lesivanakanningini í 2017/2018, gjørdu. Lesivanakanningin var gjørd í trimum árgangum í fólkaskúlanum, og hon staðfesti, at næmingar í øllum árgangum lesa lítið, serliga teir elstu, og at teir lesa nógv minni enn norðurlendsku javnaldrarnir. Út frá hesi kanningini vóru 12 tilmæli gjørd, og eitt teirra var at gera 2020 til serligt lesiár. Endamálið við átakinum er at fremja góðan hugburð til lesing og eina góða lesimentan.

Uppskotið var hetta:
 

- Føroyar lesa 2020. Mælt verður til, at arbeiðsbólkur verður settur at fyrireika málrættað og landsumfatandi lesiátak í 2020, ið tekur støði í úrslitunum, sum koma fram í kvalitativu kanningini, vit mæla til verður gjørd, og at varpa ljós á bókina sum týðandi mentanaramboð og vitanarbera. Arbeiðsbólkurin skal savna allar partar, ið varða av bókaútgávu, bókasølu, miðling av bókum, játtandi myndugleikar, ymsar stovnar, eins og onnur, ið kunnu hugsast at kunna virka við til at menna áhugan og vitanina um lesing. Aðalendamálið við landsumfatandi lesiátakinum er at skapa eina betri lesimentan í føroyska samfelagum sum heild.

Í juli 2019 kunngjørdi Mentamálaráðið á heimasíðu síni, at farið var undir at fyrireika átakið Føroyar lesa 2020, sum nú er víðkað til at fevna um 3-5 ár. Arbeiðsbólkur var settur at fyrireika hetta. Hann er mannaður við tveimum umboðum fyri Nám, sum eru Emmy Joensen, ið er samskipari, og Lis í Jákupsstovu, tveimum fyri Bókadeild Føroya Lærarafelags, ið eru Turið Kjølbro og Silja Aldudóttir. Í august var Eilen Anthoniussen sett sum verkætlanarfólk í parttíð í tíðaravmarkað starv.
 

Í átakinum eru nógvir samstarvspartar, ið eru almennir stovnar, skúlaverkið, bókasøvn, kommunur, feløg og fakfeløg. Kringvarp Føroya er størsti samstarvsparturin, og átakið fer at mynda sendiskránna hjá stovninum.

Stigtakarar

​Í samstarvi við

bottom of page