top of page
Føroyar lesa | Námslektarin
Play Video

- Tað er bara í bókmentum, at tú kanst flyta teg inn í høvdið á øðrum persónum.  Og so eru bókmentirnar so øgiliga góðar til at kopla úr við, hvíla og fara inn í aðrar heimar.

 

Tað sigur Lydia Didriksen, námslektari í føroyskum á Námsvísindadeildini, um týdningin av at lesa. Í hesum brotinum gevur hon okkum øllum góð ráð

 

Hvat hevur týdning, tá ið vit skulu eggja børnum at lesa, og hvat ávirkar tey, soleiðis at tey lesa? Tað fáa vit greiðar ábendingar um úr stóru lesivanakanningini, sum Lydia Didriksen var við at gera fyri tveimum árum síðan.

Tað hevur stóran týdning, at foreldur lesa fyri børnum sínum, tá ið tey eru lítil, og at tey eisini tosa við børnini um tað, tey lesa, soleiðis at tað verður ein samrøða. Tað hevur eisini týdning, at barnið sleppur at fortelja, tí so mennir tað málið hjá sær. At lesa myndabøkur mennir málið hjá børnum, tí skriftmálið er nógv meiri samansett enn talumálið, og tí ríkar tú málið hjá børnum við at lesa fyri tí. At barnið møtir bókini so tíðliga í lívinum, lærir tað eisini, at tað er ein góð søga millum permurnar, og tað fær ta fatanina, at tað er hugnaligt og fjálgt at sita og hoyra søgur saman við vaksnum.

 

Annað ráðið, Lydia hevur til vaksin, er at geva børnum góða atgongd til bøkur og vera ein góð fyrimynd.

- Allar kanningar vísa, at tað eru størri sannlíkindi fyri, at børn, sum vaksa upp í heimum, har bøkur eru, gerast ídnir lesarar. Farið á bókasavnið og finnið bøkur, og brúkið vitanina sum bókavørðurin hevur. Samstundis er eisini umráðandi at vera góð fyrimynd; síggja børnini, at tey vaksnu lesa, so taka tey eftir. Sum vaksin mugu vit hjálpa børnunum at finna ta røttu bókina, og at kanna eftir, at bókin ikki er ov torfør. Tað ber til við at lata barnið lesa eitt petti úr bókini; megnar tað at lesa tey flestu orðini, tað er umleið 90-95 % av orðunum, so er tað í lagi; tá klárar barnið at lesa og skilja bókina, og tað lærir nýggj orð.

 

Lesivanakanningin, ið Lydia Didriksen sipar til í filmsbrotinum, var gjørd í 4., 6. og 9. flokki síðst í 2017. Hon er ein støðulýsing av eitt nú, hvussu ofta og nógv børn lesa, hvat tey lesa, á hvørjum máli og á hvørjum miðli tey lesa. Hjá teimum flestu børnunum stendur lesing ikki ovarlaga á skránni; tveir triðingar ella 65,6 prosent av øllum børnunum lesa sjáldan ella ongantíð í frítíðini. Býtt út á teir tríggjar árgangirnar, so lesa 33 % av næmingunum í 4. flokki í frítíðini, 28 % av næmingunum í 6. flokki og 12 % av næmingunum í 9. flokki. Hyggja vit at kynsbýtinum, so lesa fleiri gentur enn dreingir; triðja-fjórða hvør genta og fimti hvør drongur.

bottom of page