Bilar einki, at man verður avbrotin,
tá ið man lesur

 

Sambært Kristu Hvannastein, námsfrøðingi, er tað ongantíð ov tíðliga at byrja at lesa. Sjálvt tað at lesa upp úr bókum í vøggustovu førir við sær, at barnið peikar á ein bát og møguliga fær sett hetta í samband við ein veruligan bát á kaiini. Tí heldur Krista, at man kann brúka lesingina til so nógv annað enn bara at duga orð og setningar.

 

Sjálv hevur Krista havt bøkur í sínum lívi, síðan hon var heilt lítil, og pápin las dúgliga fyri henni. Hesin parturin hevur ligið henni nær til tann dag í dag, har hon í sínum starvi sum námsfrøðingur leggur stóran dent á at lesa upp úr ymiskum bókum, sum javnan verða skiftar út á stovninum:

 

- Vit lurta eisini eftir, hvørjum børnini eru áhugað í og royna at finna tær bøkurnar.

 

Krista greiðir frá, at stovnurin harumframt er limur í Bókaklubbanum, og at hann soleiðis fær tær nýggjastu bøkurnar. Eisini brúkar stovnurin bókasavnið, og onkuntíð hava tey lesivikur, har børnini sleppa at hava egnar bøkur við. Við eisini at loyva børnunum at velja bøkurnar verður forvitnið hjá teimum stimbrað, og sama er galdandi, tá stuttliga søgukuffertið verður tikið fram á stovninum:

 

- Ein góður máti at gera søguna livandi er við søgukuffertinum. Í hesum hava vit antin lamineraðar myndir, lutir ella einstakar figurar úr søguni. Tá kunnu børnini hjálpa til við at fortelja søguna. Hetta kann vera einstakir setningar ella við, at tey gera ljóð ella banka uppá. Tá føla børnini ognarskap yvir søguni.

 

Ognarskapurin kemur eisini til sjóndar, tá upplestur er fyri teimum smærru børnunum. Krista sigur, at tá er upplesturin nógv merktur av myndum í bókunum – og av spurningum, sum stinga seg upp, meðan upplesturin fer fram:

 

- Tá ger tað heldur ikki nakað, at man verður avbrotin. Tað er bara stuttligt, at tey eru forvitin eftir at vita, hvat eitt orð merkir, ella hvat persónarnir ella djórini gera ella føla.

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo