Mál & miðlan

Niðanfyri hava vit savnað poddvørp og sendingar um mál, mentan, bókmentir og lesing. 

Sig okkum endiliga frá her, um tit hava hugskot til onnur spennandi og viðkomandi poddvørp.

Málteigurin í KvF

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini, Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd.

Sendingin er at hoyra hvønn hósmorgun klokkan 9:05 og endursend leygardag klokkan 14:00.

Lesikrókurin

Lesikrókurin er poddvarprøð, har lesiáhugað hittast við eitt borð og tosa um ávísar bøkur, tey hava lisið. 

Lesikrókurin er eitt framleiðslusamstarv millum Sprotan og Kringvarp Føroya.

Niels Juel Arge

20. august 2020 vóru 100 ár liðin, síðan Niels Juel Arge, útvarpsstjóri frá 1960 til 1990, varð borin í heim Undir Kletti í Havn. Í tí sambandi hava ættarfólk hansara tikið stig til nýggja talgilda savnið, www.nielsjuel.fo, har møguligt er hjá einum og hvørjum at fáa atgongd til rúgvismikla tilfarið, sum Niels Juel Arge legði úr hondum sum útvarpsmaður, rithøvundur og granskari.

niels juel.jpg

​Málið og samfelagið

Páll Isholm, rektari á Miðnámi á Kambsdali, hugleiðir um málið í samfelagnum. Alt frá orðatøkum og staðarnøvnum til ítrótt og djóralív.