top of page
Føroyar lesa | Lærarin
Play Video

- Vit kunnu lesa og vita so nógv, men um vit ikki eisini kensluliga læra av tí, sum ein bók gevur okkum, so kunnu vit kanska heldur ikki altíð greina heimin sjálvan. 

Soleiðis tekur lærari í føroyskum, Hjørdis Heindriksdóttir, til í hesum broti, har hon greiðir frá, hvussu hon lærir næmingar sínar at lesa sjálvstøðugt. Tá Hjørdis verður spurd, hvat lesing hevur at siga fyri hana, er svarið klárt og greitt:

 

- Fyri meg? Alt. Eg klári ikki at vera til, uttan at eg lesi. Eg lesi allatíð okkurt, líkamikið hvar eg eri. Eg havi eisini havt sum vana, at tá ið børnini lesa, og tað er ordiligur friður inni, so siti eg sjálv og lesi eisini. Tað er kanska eisini við til at skapa eina lesimentan í flokkinum.

 

Hjørdis hevur altíð viljað, at næmingar hennara skulu duga at lesa sjálvstøðugt. Hetta merkir, at hon hevur biðið tey um at lesa úr hvør sínari bók. Hon vil hava næmingarnar at lesa meiri enn ein felags bók loyvir teimum. Næmingarnir hjá Hjørdis skulu harumframt lesa í minsta lagi 20 minuttir heima hvønn dag. Hetta hevur havt við sær eina støðuga menning av lesiførleikunum hjá børnunum:

 

- Tað eru nógvir næmingar, sum fara at lesa sjálvstøðugt og at duga hetta væl. Við tíðini fara tey at duga at lesa faktekstir og fremmand mál. Tess meiri tey hava greinað, tess betri duga tey eisini at skriva stíl, tá ið tey koma til tað.   

 

Hjørdis heldur tað vera stuttligt, tá ið næmingarnir hava lisið so mikið nógv, at tey duga at fanga stavivillur. Summir næmingar lesa longu í fjórða og fimta flokki tjúkkar bøkur sum Harry Potter ella Skýming. Teir gerast púra bitnir av at lesa. Í hesum sambandi leggur Hjørdis dent á, at foreldur og avvarðandi mugu halda næmingunum til at lesa heima:

 

- Tí um tú lesur 20 minuttir heima, so svarar tað til 140 minuttir um vikuna. Alt annað líka so eigur tú at vera liðug við eina bók nokk so skjótt, um tú røkir henda setningin heima.​

bottom of page