Trupul evni viðgjørd í stuttligari og nemandi myndabók
14.09.20
Við sínum lætta lyndi minnir henda óføra gentan okkum á, at vit liva í samljóði við náttúruna og tí noyðast at vísa henni takksemi og virðing. Imani orðar henda boðskapin á einfaldan hátt: Her eru vit, undir sólini og skýggjunum. Eg eigi eina fitta mammu, hønu mína Roro, og eg eigi meg sjálva. Kann mann ynskja sær meiri?
Imani Lillian Mau dugir bæði at telja upp í hundrað og eitt og at fara eftir vatni hinumegin fjallið. Í landinum, har Imani býr, er viðhvørt turkur, og viðhvørt regnar tað alt ov illa. Tí vaksa maisini ikki altíð so væl, og tá Imani ein dagin er svong, roynir hon at eta gras eins og geitirnar. Ein av grannunum í bygdini roynir at lumpa hini at keypa snild tól frá sær til at fanga regnskýggj, tá tað er turkur, og sólstrálur, tá tað er regnflóð. Ein dagin ákærir hann Imani fyri at hava stolið frá sær, men tað angrar hann skjótt.
Eta gras er ein stuttlig og nemandi søga, har myndirnar tala eins nógv og orðini. Bókin er innbundin, 24 síður long og til tey umleið 3-6 ára gomlu. Rithøvundurin Sami Said, sum er úr Eritrea og Svøríki, hevur skrivað bókina. Skaldsøga hansara Människan är den vackraste staden var í 2019 í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Í tí sambandi vitjaði rithøvundurin í Føroyum á Bókadøgum. Svenski myndprýðarin og rithøvundurin Sven Nordqvist, sum vit eitt nú kenna frá bókunum um Mammu Muog Pettson og Findus, hevur myndprýtt bókina. Sanna A. Dahl hevur týtt úr svenskum.
Hent at vita
Upprunaheiti: Äta gräs
Høvundur: Sami Said
Myndprýðari: Sven Nordqvist
Týðari: Sanna A. Dahl
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Aldursbólkur: 3-6 ár
Tal á síðum: 24
Útgávuár: 2020