
Tá ið stúranin fær (djóra)bein at ganga á
14.09.20
Vit kenna helst øll til at vera stúrin ella fjálturstungin og at vilja burtur úr tí støðu, sum fær okkum at hava tað so. Níggju ára gamli drongurin, Høgni við Tutlá, kennir eisini til hesar kenslur. Men tá ið hann gerst fjálturstungin ella stúrin, verður hann umskapaður til eitt dýr og fær ikki lættliga sloppið sær undan støðuni!
Les meiri niðanfyri um hesa skemtiligu, nemandi og frálíka fjákutu søgu, sum á ein lættan hátt ger gjøldur burtur úr tí menniskjaligu kenslu, sum stúranin er – við at geva henni ymisk bein at ganga á …
Høgni verður ein høsnarungi
Høgni við Tutlá hevur eitt ótrúligt loyndarmál … Hann kann umskapast til øll sløg av dýrum. Tað er bara tað, at tað bara hendir, tá ið hann er stúrin, og beint nú hevur Høgni nógv at stúra fyri:
- Beiggjanum (sum liggur á sjúkrahúsi).
- Foreldrunum (sum eru frá sær sjálvum av ótta).
- Og fortreðgeraranum í skúlanum (sum hevur valt sær Høgna sum syndabukk).
Høgni fær hjálp frá trimum vinum til at finna ein máta at klára hesa svakligu megina.
Brellbiti
Tá ið hann hevði sitið eina løtu og bara verið eiturkoppur, fekk Høgni eitt hugsot. Hugskotið hevði tvey einføld trin. Tey vóru: Trin 1: PANIKKUR!!!! Trin 2: Rópa á mammu eftir hjálp. Fyrsta trinið var væleydnað.
Hent at vita
Upprunaheiti: Charlie Changes Into a Chicken
Høvundur: Sam Copeland
Týðari: Tórarinn Niclasen á Rípuni
Myndprýðari: Sarah Horne
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2020
Tal á síðum: 262
