top of page

Summarið byrjar á bókasavninum

04.07.23

Hvat skuldu vit gjørt uttan bókasøvnini? Føroyar lesa gleðast um, at bókasøvnini kring landið spíla seg út fyri at eggja børnum og ungum at lesa í summar. Niðanfyri finnur tú kunning um tríggjar kappingar og tiltøk, sum stór og smá kunnu luttaka í. 


Býrt tú ikki nærhendis bókasavninum, ber til at taka avbjóðingina niður á heimasíðuni og síðani lata skjalið inn á bókasavninum, tá tú ert liðug/ur við lesiavbjóðingarnar. Men halt eyga við freistini - summarið varar jú ikki alt árið. Og kanska tit skulu hava onkra nýggja spennandi bók við at ferðast?


Býarbókasavnið í Havn

Ert tú millum 6 og 15 ár, kanst tú luttaka í Summarbókini 2023 og vera við í lutakasti um góðar vinningar.

  • Les ella lurta eftir í minsta lagi 3 bókum og fyll út ummælini.

  • Tak av í minsta lagi 10 av teimum 30 avbjóðingunum. Tað er í lagi at taka fleiri avbjóðingar í senn, t.d. lesa eina bók um gand (1) saman við einum, sum tær dámar (2), meðan tit hava føturnar í vatni (3) - so hevur tú longu klárað 3 uppgávur.

  • Tá tú hevur gjørt alt, skalt tú lata hetta arkið inn á bókasavninum í seinasta lagi 20. august, so ert tú við í lutakasti um spennandi vinningar.

  • Spyr bókavørðin, um tú vilt hava íblástur til bøkur, sum hóska til avbjóðingarnar.

Les meira um lesiavbjóðingina hjá Býarbókasavninum her


Bókasavnið við Løkin og á Skála

So er summarið í væntu, og vit fara í holt við Summarbókina! Eins og í fjør ber til at fylla eitt ark út og lata tað inn á Bókasavninum við Løkin ella á Skála bókasavni - og tú fært eitt gávukort til ein ís!

  • Les 3 bøkur og skriva bókaummæli.

  • Klára 10 lesiavbjóðingar. Tú kanst seta saman, sum tú vilt, td. les eitt ævintýr uttanfyri í sólbrillum - so hevur tú klárað 3 avbjóðingar.

  • Síðani skal hetta arkið latast inn á bókasavninum (freistin er 21. aug.) Øll sum lata eitt útfylt ark inn fáa eitt gávukort til ein ÍS - og eru við í lutakasti um góðar vinningar.

  • Spyr á bókasavninum um tú hevur brúk fyri hjálp ella íblástur til at finna bøkur - og foreldur eru vælkomin at hjálpa við at loysa uppgávurnar.

Les meira um Summarbókina hjá Bókasavninum við Løkin her


Klaksvíkar bókasavn

- Nú er summarfrítíðin byrjað, og vit hava tíð at lesa. Á Klaksvíkar bókasavni hava vit gjørt nakrar bókataskur klárar, við bókum til tríggjar ymsar aldursbólkar – børn undir skúlaaldur, børn 6-9 ár og børn 10-13 ár. Hava tit hug at fáa eina bókatasku, so støkk inn á gólvið hjá okkum áðrenn 14. juli, tá vit fara í summarferiu. Bøkurnar í taskuni læna tit, men vøkru summarsligu taskuna frá Føroyar lesa sleppa tit at eiga.


Les meira um bókataskurnar hjá Klaksvíkar bókasavni her

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page