Søgur í eygnahædd við børn og vaksin
14.09.20
Bláir fílar, risastór áaross, froskar frá rúmdini og ein horvin borgarstjóri. Hesi og mong afturat lesa vit um í bókunum hjá danska rithøvundinum Jakob Martin Strid. Allar eru tær fyltar við litríkum, skemtiligum og forvitnisligum myndum, har tey smáu og vaksnu í hvør sínum lag kunnu varnast ymsar smálutir og viðmerkingar, sum sipa og prika til samtíð okkara. Les meiri um bøkurnar hjá Jakob Martin Strid niðanfyri, og kanska serliga um tvær tær seinastu útgávurnar, FLÚGVIBÓKINA og Tá Mumbo Jumbo varð risastórur.
FLÚGVIBÓKIN - ferðin til skrímslaoynna
Í einum heilt serligum hugaheimi fært tú í hesi bók uppskriftina upp á at flúgva. Hetta er nevniliga hent at duga, um tú eins og Minna leitar eftir tínum horvna lítlabeiggja. Í hesi løgnu og livandi søgu hitta vit aftur heksina Baba Jaga og dýrini frá Mimbo Jimbo-søgunum. Myndirnar gera ikki søguna verri, og stendur høvundurin saman við trimum øðrum myndprýðarum eisini fyri tekningunum í bókini.
Austin er horvin, og nú má stórasystir Minna royna at finna hann. Lukkutíð hjálpir ein ófør, lítil heks henni… og eisini tríggir vinir, sum vit kenna aftur!
Hent at vita
Upprunaheiti: FLYVEBOGEN - Rejsen til monstrenes ø
Lagt litir á: Michael Wettendorff, Frederikke Oline Wendt, Sofie Nørgaard Kampmark og Jakob
Martin Strid
Týðari: Niels Jákup Thomsen
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Tal á síðum: 70
Útgávuár: 2020
Aldursbólkur: 4 ár og uppeftir
Tá Mumbo Jumbo varð risastórur
Foreldur halda ofta, at børnini gerast alt ov skjótt stór. Í hesi myndabók er tað ikki bert Mumbo-mamman, sum heldur hetta um sonin, áarossið Mumbo Jumbo. Nei, øll í Dalinum lítla mugu blunka tvær ferðir, áðrenn tey trúgva eygum sínum. Mumbo Jumbo er nevniliga ikki bert vaksin eitt sindur, men er ein seinnapart brádliga vorðin so stórur sum ein risi. Í hesi stuttligu myndabók til børn meistrar Jakob Martin Strid enn einaferð at skriva eina søgu, sum er í eygnahædd við bæði vaksin og børn.
Hetta er fjórða bókin um Mimbo Jimbo og hini dýrini. Hesa ferð hoyra vit um áarossið Mumbo Jumbo, sum av løgnum orsøkum brádliga gerst risastórur. Bert ein kann hjálpa honum, og tað er heksin Baba Jaga, sum býr í Sibiria. Sibiria er 10.000 km burturi, og Mumbo Jumbo hevur eina langa og vandamikla ferð fyri framman.
Hent at vita
Upprunaheiti: Da Mumbo Jumbo blev kæmpestor
Lagt litir á: Sofie Nørgaard Kampmark, Stine Minden-Weidekamp og Jakob Martin Strid
Týðari: Niels Jákup Thomsen
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Tal á síðum: 140
Útgávuár: 2019
Aldursbólkur: 3 ár og uppeftir
Hinar bøkurnar hjá Jakob Martin Strid
Ótrúliga søgan um ta ristastóru peruna
Alt er sum vant í Føgruvík, til Mitcho og Sebastian ein dagin finna ein fløskupost niðri á kaiini. Er fløskuposturin veruliga frá J.H. – borgarstjóranum í Føgruvík, ið hevur verið horvin í eitt ár? Er hin loyndarfulla oyggin veruliga til? Svarini finnur tú í hesi spennandi og ævintýrligu myndasøguni til børn í øllum aldri.
Hent at vita
Upprunaheiti: Den utrolige historie om den kæmpestore pære
Myndprýðari: Jakob Martin Strid
Týðari: Niels Jákup Thomsen
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Tal á síðum: 99
Útgávuár: 2012
Aldursbólkur: 4 ár og uppeftir
Søgurnar um Mimbo Jimbo
Mimbo Jimbo
Fyrsta bókin um uppfinningarsama bláa fílin Mimbo Jimbo og vin hansara, áarossið Mumbo Jumbo.
Hent at vita
Upprunaheiti: Mimbo Jimbo
Myndprýðari: Jakob Martin Strid
Týðari: Niels Jákup Thomsen
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Tal á síðum: 36
Útgávuár: 2010
Aldursbólkur: 2-4 ár
Mimbo Jimbo stuttleikar sær
Onnur bók um bláa fílin, Mimbo Jimbo og Mumbo Jumbo.
Hent at vita
Upprunaheiti: Mimbo Jimbo har det sjovt
Myndprýðari: Jakob Martin Strid
Týðari: Niels Jákup Thomsen
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Tal á síðum: 44
Útgávuár: 2011
Aldursbólkur: 2-4 ár
Mimbo Jimbo og tann langi veturin
Triðja bókin um Mimbo Jimbo. Hesa ferð hoyra vit um, hvussu Mimbo Jimbo og vinir hansara stríða seg gjøgnum kavan og loysa gátuna um, hví tað brádliga gjørdist vetur aftur.
Hent at vita
Upprunaheiti: Mimbo Jimbo og den lange vinter
Myndprýðari: Jakob Martin Strid
Týðari: Niels Jákup Thomsen
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Tal á síðum: 100
Útgávuár: 2015
Aldursbólkur: 3 ár og uppeftir
Søgurnar um Lítla Froskin
Lítli Froskur
Hetta er søgan um Lítla Frosk, sum datt niður frá stjørnunum og gjørdi nógv fortreð. Søgan um, hvussu hann rýmdi heimanífrá og ferðaðist um oyðilendi. Og tað er søgan um, hvør fann hann, og hvussu alt kortini endaði væl.
Hent at vita
Upprunaheiti: Lille Frø
Myndprýðari: Jakob Martin Strid
Týðari: Ingun W. Kamban
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Tal á síðum: 27
Útgávuár: 2006
Aldursbólkur: 4 ár og uppeftir
Lítli Froskur byggir rúmdarfar – Ella hvussu froskamamman bjargaði sublimuttunum
Lítli froskur ger ikki SO illa fortreð longur. Hann trívist væl heima hjá froskamammu og froskapápa og systkjunum Miðlingafroski og Stórafroski. Hann er tó enn fullur í góðum hugskotum og fær illa sitið stillur. Hvat kann tá vera betri enn at byggja eitt rúmdarfar?
Hent at vita
Upprunaheiti: Lille Frø bygger rumraket
Myndprýðari: Jakob Martin Strid
Týðari: Niels Jákup Thomsen
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Tal á síðum: 39
Útgávuár: 2017
Aldursbólkur: 4 ár og uppeftir