
Okkum tørvar teg
27.10.20
Føroyar lesa hevur tørv á kveikjarum til átakið. Fyrst og fremst lærarum í føroyskum, bókavørðum, lesivegleiðarum og annars teimum, ið arbeiða fyri at kveikja áhugan fyri lesing í fólkaskúlanum. Vit ynskja eisini at koma í samband við ung, sum kunnu vera við til at kveikja ein áhuga millum yngru næmingarnar.
Vit hava snøgt sagt tørv á fólki, ið vilja ganga á odda í kveikingini av lesingini, sum er so týdningarmikil fyri okkara børn.
Tí leita vit eftir røttu samstarvsfeløgunum, ið kunnu hjálpa okkum við at fáa lesingina inn um skúlagátt. Vit vilja fegin savna eitt netverk av lesikveikjarum, sum vit hava regluligt samband við, og sum kunnu venda sær til okkum um átøk, tiltøk, kunning og annað virksemi, sum hevur við lesing og bøkur at gera.
Vit vilja í hesum sambandi eisini bjóða okkum fram at koma út á tykkara skúla ella stovn at greiða frá nýggjum bókum til børn og ung á føroyskum. Hetta kann vera í sambandi við lesiring, at greiða næmingum frá, foreldrafund, lærarafund, bókakvøld ella annað, sum tit meta vera viðkomandi á tykkara skúla.
Vilt tú hjálpa okkum og gerast lesikveikjari? Ella kennir tú næmingar, sum kunnu gerast lesikveikjarar? So set teg í samband við okkum, so vit í felag kunnu seta ferð á lesingina í tínum skúla.
