Norðurlendska bókmentavikan: Eldgos og Skugga-Baldur
08.11.24
Í komandi viku verður Norðurlendska bókmentavikan. Evnið í ár er Ísland, og tekstirnir, ið verða lisnir, eru Skugga-Baldur eftir Sjón og Eldgos eftir Rán Flygenring.
Sum vanligt í november bjóðar Norðurlendska bókmentavikan øllum at lesa saman. Lesivikan verður í komandi viku, og evnið í ár er Ísland. Bókmentavikan er soleiðis skipað, at tveir tekstir verða valdir, ein til vaksin og ein til børn. Bøkurnar í ár eru Eldgos eftir Rán Flygenring og Skugga-Baldur eftir Sjón.
Eldgos er ikki útgivin á føroyskum, í staðin er ein týðing gjørd av bókini til høvi. Av ymsum orsøkum hevur tað ikki verið gjørligt at seta føroyska tekstin inn í sjálva uppsetingina. Í staðin ber til at taka íslendska tekstin við uppseting niður, sum kann vísast á einum skíggja, meðan lisið verður upp úr føroyska tekstinum.
Eldgos vann Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2023 og er sera aktuell, nú tað hevur goyst á Reykjanesi í fleiri umførum seinasta árið. Harumframt er bókin serstøk við einum serligum humori, og nógv er at tosa um á myndapartinum. Tí hevur Bókaslúkurin gjørt arbeiðstilfar til bókina, sum er at finna á bokslukaren.org. Har verður m.a. lagt upp til, at næmingarnir kunnu gera sítt egna gosfjall.
Sí vegleiðing til, hvussu tú brúkar Bókaslúkin her
Skugga-Baldur kom á føroyskum í 2014, og tískil ber til at lesa tekstin upp úr sjálvari bókini. Í sambandi við Bókmentavikuna er tekstbrotið lagt á síðuna hjá Norðurlendsku bókmentavikuni, har til ber at taka tekstin niður.
Skugga-Baldur, sum kom út í 2004, vann somuleiðis Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Bókin snýr seg um eina gentu við Downs syndrom, sum kemur í land í Reykjavík 1883. Ein maður tekur sær av gentuni, men presturin og kirkjan vilja ikki vita av henni.
So setið tykkum væl til rættis, tendrið kertuljósið og lesið saman ella upp fyri hvørjum øðrum. Vit eggja øllum skúlum, stovnum, arbeiðsplássum og einstaklingum at seta eina løtu av í komandi viku at lesa saman.
Tit eru vælkomin at frámerkja #føroyarlesa, um tit deila myndir frá Bókmentavikuni.