Norðurlendsk bókmentavika: Tendra eitt ljós og les
10.11.20
Í hesi viku 46 – frá 9. til 16. novembur – verður heitt á okkum norðbúgvar! Heitt verður á okkum at tendra kertiljós og lesa søgur. Ein áheitan ein kann finna seg í. Áheitanin hevur sín uppruna úr norðurlendsku bókmentavikuni, og er hon eitt upplestrartiltak, har bókmentir um eitt ávíst evni verða lisnar upp um øll Norður- og Baltalond. Endamálið við verkætlanini er at breiða út kunnleika um norðurlendskar bókmentir og at halda í hevd norðurlendska siðin at siga søgur.
Upplestrarvikan kemur til sjóndar, við at bókasøvn, skúlar og aðrir mentanarstovnar millum annað skipa fyri upplestri fyri børnum og ungum. Nýtt evni verður kosið fyri hvørt ár, og somuleiðis ein nýggj barna- og ungdómsbók, ið onkursvegna kann knýtast at evninum.
Ársins valdu barna- og ungdómsbøkur eru báðar týddar til føroyskt. Tí kunnu føroysk børn og ung eisini vera við til hesa felags uppliving Norðurlandanna.
Bæði barna- og ungdómsbókin hava vunnið Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Barnabókin hevur heitið Øll telja við. Heitið er tvískilt; samstundis sum at vera ein teljibók, peikar bókin eisini á, at hvørt einasta menniskja í heiminum telur við og hevur sítt virði. Ungdómsbókin í ár er Drápsmansapan. Hendan býður okkum inn í ein fjøtrandi heim, har óloystar morðgátur og ein mannlík apa gera um seg.
Les meira um bøkurnar niðanfyri. Og minst til, at tú sum norðbúgvi allarhelst kemur heilskapað/ur gjøgnum myrka veturin, um bert tú hevur eina góða bók í fanginum og eitt fjálgt ljós á náttborðinum.
Drápsmansapan
Drápsmansapan er framhald av tí nógv róstu Ótrúliga søgan um Sally Jones, og verður ein triðja bók í røðini eisini útgivin komandi ár. Hesa ferð er tað apan Sally Jones, ið sigur frá søguni. Á skrivimaskinu síni frá 1908 skrivar hon um, hvat henni hevur verið fyri. Sally Jones og vinur hennara chiefurin eru strandað í Lissabon. Her verða tey vavd inn í eitt smuglaramál, og chiefurin verður ákærdur fyri eitt morð, hóast hann er ósekur. Sally Jones hevur miklar maktir ímóti sær. Ein søga um myrk loyndarmál, gramleika og óndskap, óvæntað vinalag, vón, fyrigeving og semju.
Hent at vita
Upprunaheiti: Mördarens apa
Høvundur: Jakob Wegelius
Týðari: Ása H. Ellefsen
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2016
Tal á síðum: 634
Aldursbólkur: 11-15 ár
Øll telja við
Hendan bókin er yðjandi full av fólki. Tú kanst telja tey, fylgja teimum, dáma tey og leggja til merkis, hvussu søgur teirra flættast saman. Hyggur tú ordiliga væl, finnur tú kanska teg sjálva/n. Tey litføgru menniskjuni, ið mynda bókina, økjast í tali sum blaðað verður. Ikki bert er hetta ein teljibók. Tað er eisini ein bók, ið gevur rúmd fyri prátinum um teir stóru spurningarnar. Øll menniskju hava sína egnu serligu søgu, og í mannahavinum, ið lýst verður í bókini, kemur hetta serliga týðiliga til sjóndar.
Hent at vita
Upprunaheiti: Alle sammen teller
Høvundur: Kristin Roskifte
Týðari: Ria Tórgarð
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2020
Tal á síðum: 60
Aldursbólkur: Umleið 3-7 ár