top of page

Nýggj skaldsøgukapping útskrivað

24.11.20

Á triðja sinni tekur Bókhandlarafelagið stig til skaldsøgukapping. Vinnandi handritið fær 75.000 kr umframt ein útgávusáttmála.


Teir føroysku bókhandlarnir H.N.Jacobsens Bókahandil í Havn, Bókabúðin í Runavík, Alfa Bókhandil í Klaksvík og Rit & Rák í Havn bjóða við hesum til skaldsøgukapping.


Treytirnar fyri at lata inn handrit til skaldsøguna eru:

  • Skaldsøgan skal vera á føroyskum.

  • Handritið skal í minsta lagi vera 150 síður á 2.000 eindir, íroknað millumrúm.

  • Handskrivað handrit verða ikki tikin við.

  • Skaldsøgan skal ikki hava verið útgivin.


Innlating

Skaldsøgan skal latast inn í seinasta lagi tann 1. mars 2022.
Skaldsøgan skal sendast í teldubrævi til skaldsogukapping@outlook.dk og vera merkt  “skaldsøgukapping”.


Dómsnevndin fær ikki at vita, hvør hevur skrivað skaldsøguhandritini.


Vinningur

Vinningurin er 75.000 kr. og útgávusáttmáli við Forlag H.N Jacobsens.
Vinnarin fær boð beinleiðis, áðrenn úrslitið av kappingini verður kunngjørt alment.

Vinnandi skaldsøgan kemur út á Bókadøgum í 2022.
Dómararnir tilskila sær rætt ikki at velja ein vinnara.

Bókhandlarafelagið velur dómsnevnd.


Hetta er triðja skaldsøgukapping hjá Bókhandlarafelagnum. Í 2016 vann Marjun Syderbø Kjelnæs kappingina við skaldsøguni Óendaliga vera, og í 2019 vann Oddfríður Marni Rasmussen skaldsøgukappingina við bókini Ikki fyrr enn tá.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page