top of page

Menn keypa, kvinnur læna

06.04.21

Keypir ella lænir tú bøkur? Og hvat tú gert tú við tær, tá tú ert liðug við bøkurnar? Lesur tú fleiri bøkur í senn, ella lesur tú bøkurnar lidnar, áðrenn tú fert í holt við ta næstu?


Ísv. móðurmálsdagin skipaði Føroyar lesa fyri lesivanakanning. Endamálið var at fáa eina ábending um, hvørt føroyingar lesa á føroyskum, og hvussu nógv vit í heila tikið lesa.


Harímillum varð spurt, um føroyingar keypa ella lána sær bøkur, og hvussu vit útvega okkum bøkur. Kanningin vísti, at tey flestu velja sær bøkur út frá ummælum ella eftir íblástri frá vinum og kenningum. Kanningin staðfesti eisini, at nógv tey flestu – 82%  –  lesa pappírsbøkur heldur enn at lurta eftir eitt nú ljóðbókum, og at flestu menn keypa sær nýggjar bøkur, meðan kvinnum dáma at lána bøkur antin á bókasavninum ella frá vinfólki.


Hvussu við tær? Lænir ella keypir tú bøkur?


Les eisini: Vit lesa helst krimi í songini

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page