Mannagongd til lívið?
15.09.20
Hevur tú tørv á eini mannagongd til, hvussu tú skalt handfara gerandisdagin, lívið og tær kenslur, sum stinga seg upp í hesum? So er tað kanska seinastu barnabókina hjá Carl-Johan Forssén Ehrlin, tú skalt í holt við. Hesin svenski rithøvundurin gjørdist kendur við nýskapandi og umtalaðu bókunum, Kaninin, sum so fegin vildi sovna og Fílurin, sum so fegin vildi sova. Báðar bøkurnar hava til endamáls at fáa børn at sovna. Hesa ferð hevur Ehrlin skrivað eina bók um, hvussu børn – og vaksin – sum best kunnu handfara lívið, tá tey eru vakin. Les meiri um bókina og høvundin niðanfyri.
Djarvi Djóni – ein vika, sum vendir upp og niður
Carl-Johan Forssén Ehrlin er útbúgvin atferðarsálarfrøðingur og brúkar framferðarhættir úr útbúgving síni til nýggjastu bókina, Djarvi Djóni – ein vika, sum vendir upp og niður. Í hesi bók fáa tú og barnið amboð og mannagongdir til at skilja og handfara ymsar hendingar í lívinum. Á einfaldan hátt verður vegleitt í, hvussu truplar kenslur kunnu handfarast, um vit bert hugsa á ein nýggjan hátt. Hesar mannagongdir hava hjálpt túsundtals fólkum kring heimin og kunnu eisini hjálpa tær og tínum barni.
Djóni hevur eina mammu, ein pápa og eina stórasystur. Hann hevur eisini trupulleikar av ymsum slag. Tað kann vera í forskúlanum, á spæliplássinum ella heima. Líkasum eg og tú. Foreldur og barn kunnu lesa hesa bók og saman loysa trupulleikarnar hjá Djóna bara við at hugsa øðrvísi.
Hent at vita
Upprunaheiti: Modiga Morris. En vecka opp och ner
Høvundur: Carl-Johan Forssén Ehrlin
Myndprýðari: Katarina Vintrafors
Týðari: Ása H. Ellefsen
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2020
Tal á síðum: 33
Aldursbólkur: 3-7 ár