top of page

Laura Joensen

16.09.20

Hvat er ein góð týðing?

Tað er kanska til lesaran at gera av. Tað mesta, eg havi týtt, er barnatilfar, og tá leggi eg meg eftir, at orðingarnar eru, alt í mun til aldursbólkin, lættlesiligar.


Hvør bók, sum tú hevur týtt, hevur serliga fest seg?

Haldi, at eg kann siga, at bøkurnar, ið eg havi týtt hjá Jostein Gaarder hava fest seg, serliga, bæði tí mær dámar tær væl og haldi, at tær eru lærandi og hava ein boðskap, ið øll, bæði børn og vaksin, kunnu læra av.


Hvørjum leggur tú teg eftir, tá tú týðir, og hvat er mest avbjóðandi?

Sum sagt, so skal málið vera lættlesiligt fyri tann ætlaða aldursbólkin. Hvør uppgáva hevur sína avbjóðing. Millum annað við at royna at endurgeva "tónan" hjá rithøvundinum so væl sum gjørligt, hóast tað kann hava sínar avbjóðingar, tá ið tú skalt orða teg á føroyskum.


Hvørja bók týddi tú seinast, og týðir tú nakra nú?

Seinast týddi eg 5 minuttir long ævintýr fyri Bókadeildina. Í løtuni týði eg ikki nakað.


Hví týðir tú bøkur?

Tað var mest av tilvild, at eg fór at týða. Hevði frammanundan týtt onkur leikrit og onkrar tekstir í samband við upplestur v.m. Í áttati- og nítiárunum arbeiddi eg eitt sindur fyri Barnaútvarpið og gjørdi nakrar ljóðmyndir fyri børn. Saknaði onkrar góðar tekstir og datt av tilvild um onkrar bøkur hjá Jostein Gaarder, sum eg so týddi til tað endamálið. Av fyrstan tíð var tað Ingrid Sondum, ið setti seg í samband við meg um útgávu av onkrum av bókunum hjá honum. Haldi, Jólagátan var tann fyrsta.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page