
Hvussu kann málteigurin í KVF brúkast í skúlanum?
16.09.20
Mál og málspurningar fylla nógv í medvitinum hjá okkum. Næmingum dámar væl at kjakast um mál og málsligar spurningar. Sendingin Málteigurin hevði riggað væl í undirvísingini, tí at sendingin er pedagogisk og fer víða málsliga. Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum liggja einar 30 sendingar, sum allar kunnu brúkast í undirvísing.
Tað eru nógvir møguleikar at brúka sendingarnar, her eru nøkur dømi:
Lærarin hevur møguleika at spæla sendingina í fullari longd uttan steðg, hetta kann møguliga tykjast eitt sindur langdrigið, men tað bilar ikki, tí at sendingin hevur ikki so høga ferð.
Hann kann taka upp okkurt úr sendingini, sum hann heldur er viðkomandi, tá ið næmingar t.d. fáa uppgávur ella stíl aftur. Har kann hann taka kjak upp við næmingarnar.
Tað ber til, at lærarin skrivar á talvuna so hvørt og útdjúpar og kemur við øðrum viðkomandi dømum, meðan sendingin verður spæld.
Lærarin kann velja eitt tema burtur úr sendingunum, eitt nú føllini, fyrisetingar, málføri, um bendingar, har broytingar eru við at hómast.
Í fleiri av sendingunum eru dømi, har Elin tekur frágreiðingar upp um uppruna til orð. Næmingum dámar sera væl at fáa slíkar frágreiðingar.
Ein møguleiki er, at lærarin ger PowerPoint úr onkrari sending, so næmingarnir eisini síggja bendingar og annað á skrift, tá verður tað kanska meira ítøkiligt hjá teimum.
Málsliga eru Føroyar sera spennandi, tá ið ræður um málføri, í fleiri sendingum verður komið inn á málføri. Lærarin kundi í tí sambandi tikið sokallaðu málmørkini (isoglossir), har mørkini fyri ymisku málførini eru. Hann kundi eisini biðið næmingar sjálvar tekna málmørkini á eitt kort. Lærarin kundi tikið ein føroyskan tátt og biðið næmingar funnið, hvaðani í landinum tátturin kundi verið. Til stuttleika kundi tað verið kryddað við skemtiligum innslagi hjá Hera Simonsen um málføri. Hetta liggur á YouTube.
Lærarin kann gera uppgávur í sambandi við sendingarnar. Hann hevur møguleika at kanna, um næmingarnir hava fingið nakað við úr sendingini.
Man kann brúka Quiz ella Kahoot út frá sendingunum.
Sendingin hevur nógvar lurtarar, og lurtaraskarin er breiður. Tað merkir, at miðlingin virkar. Elin Henriksen hevur góð pedagogisk evni at greiða frá, og er greið, tá ið hon svarar. Hon undirvísir føroyingum í føroyskum 50 minuttir um vikuna í beinleiðis útvarpi, og føroyingar tíma at vera við. Eisini hevur tað stóran týdning, at Elin Henriksen er fólkslig og dugir væl at orða seg. Hon er væl lýdd millum lurtararnar, sum hava virðing fyri henni og tí, sum hon sigur. Júst tað námsfrøðiliga og miðlingin ger, at sendingin er væl egnað til undirvísing bæði í fólkaskúla og á miðnámi. Við málsliga innlitinum hjá Solby og áhuga fyri máli er sendingin ein upplagdur møguleiki at brúka í føroyskum.
Sendingarnar, Málteigurin, finnur tú her!
Tekstur í Miðnámsriti nr 19, juni 2020: Tórður Johannesarson
Lagt út við loyvi frá høvundinum
