top of page

Heimsins vandamiklasta harkalið – garvilt, stuttligt og kul

15.09.20

Killer, Skrappi og Kryvjarin. Hesi nøvnini eru ræðuliga vandamikil, og tað eru tey sjálvandi, tí at hesir dreingirnir eru í Heimsins vandamiklasta harkaliði. Í tí fyrru bókini hoyra vit spennandi søguna um, hvussu Vampýrrósan kemur upp í harkaliðið og bjargar teimum undan Ræðuliga dreingjaharkaliðnum. Vanliga sleppa gentur nevniliga ikki uppí, men hóast teir ikki rættiliga vilja viðganga tað, so er hon í veruleikanum eitt vet harðari enn teir, og teir noyðast tí at gera eitt undantak.


Heimsins vandamiklasta harkalið heldur til í Ræðuborgini í Illaskógi. Tey gera øll í grannalagnum hjartkipt og liggja altíð í einum hørðum tvídrátti við Ræðuliga dreingjaharkaliðið.


Í tí nýggju bókini eru fýra søgur um spennandi lívið hjá harkaliðnum: veruligir brotsmenn koma í Illaskóg, ein dinosaurabeinagrind syrgir næstan fyri, at skúlin letur aftur, tey kappast um, hvør av teimum eigur sterkasta pápan, og tey fáa kanska sjálva friðarheiðursløn Nobels.


Báðar bøkurnar hava nógvar stuttligar myndir og eru bæði góðar at lesa sjálv og saman.


Brellbiti:

- Skulu vit bera beinagrindina í einum kjóla við blómum á? spyr Killer.

- Men eingin fer at halda, at vit hava ein veruligan DINOSAUR í einum summarkjóla, greiðir Vampýrrósan frá. – Eingin hevur annað enn illgrunaverd ting í nissupappíri í juni.

Vit eru øll eitt sindur í iva um, hvussu væl umhugsað hetta er. Harafturat er tað sera torført at bera stórar beinagrindir í kjólum. Skrappi má ganga aftast og taka upp av vegnum, so vit ikki leggja eina forsøguliga slóð av dinobeinum eftir okkum.


Hent at vita

Rithøvundur: Arne Svingen

Myndprýðari: Ida Larmo

Evni: vinalag, skemt

Slag av bók: tekstbók við myndum

Aldursbólkur: 7-12 ár

Hvør skal lesa: um tær dámar stuttligar bøkur sum t.d. træhúsabøkurnar

Týðari: Vagnur Streymoy

Síður: 128 síður

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page