
Grafiskar skaldsøgur
15.09.20
Grafiskar skaldsøgur til stór børn og ung bjóða lesaranum eina øðrvísi bókauppliving, har myndirnar eru við til at siga søguna. Ein grafisk skaldsøga er ein skaldsøga, sum í bygnaði er nakað sum ein teknisøga við nógvum myndum. Grafiskar skaldsøgur kunnu vera góðar hjá teimum, sum vanliga ikki tíma so væl at lesa - og so eru tær eisini bara hugtakandi og vakrar!
Her eru 7 góðar grafiskar skaldsøgur til stór børn og ung:
Askur & Embla
Askur og Embla handlar um ein bonk, ein drong og eina gentu í einum lítlum býi á einum torgi aftan fyri standmyndina av Aski og Emblu. Drongurin byrjar at fantasera. Og í øllum ævintýrum við tær sjálvum í høvuðsleiklutinum endar alt lukkuliga. Skálkarnir fáa tað, teir hava uppiborið, hetjan verður fagnað og mussað. Tekstur er á vinstru síðu og svørt-hvít mynd á høgru síðu. Ein øðrvísi, stutt skaldsøga, sum er skjót og løtt at lesa.
Rithøvundur: Per Nilsson
Myndprýðari: Daniel Ahlgren
Týðari: Høgni Mohr
Síður: 204
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Dagar, eg havi gloymt
Søgan fer fram um summarið, tá ið alt tað besta og tað ringasta hendir í senn. Dávið er forelskaður í Lisu. Tað er vinmaðurin Tomm eisini. Lisa velur Dávið, men ger tað so liðugt við hann stutt eftir, at tey hava skeldast. Síðan hvørvur Lisa á gátuføran hátt.
Rithøvundur: Arne Svingen
Myndprýðari: Mikael Noguchi
Týðari: Niels Jákup Thomsen
Síður: 192
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Upplivingarnar hjá John Blake: Gátan um spøkilsisskipið
Kom við John Blake og manningini á Mary Alice á ógloymandi upplivingar teirra, har tey ferðast á høgu aldukambunum og aftur og fram í tíð. Eitt illveður rakar eitt lítið seglskip við eini familju umborð, og unga gentan fer fyri borð. John Blake kavar eftir henni og fær hana umborð á sonevnda spøkilsisskipið. Manningin roynir at fáa hana aftur í hennara egnu tíð og má tí sigla til eitt stað, har lív og skip verður sett í váða.
Rithøvundur: Philip Pullman
Myndprýðari: Fred Fordham
Týðari: Lena Jacobsen
Síður: 156
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Hjartastormur/Stormhjarta
Uppliva dreingir og gentur forelskilsi upp á sama máta? Sama søga verður søgd bæði úr sjónarhorninum hjá ávikavist Stormi og Viólu, tú skalt bara venda bókini við. Søgan nertir við alt millum himmal og jørð, sum hevur við tannáringalívið at gera. Bókin er vakurt myndprýdd.
Rithøvundur: Annette Herzog
Myndprýðari: Katrine Clante og Rasmus Bregnhøi
Týðari: Guðrið Rubeksen
Síður: 120
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Pssst!
Hví eri eg akkurát tann, sum eg eri? Hvat var eg, áðrenn eg bleiv fødd, og hvat verði eg, tá eg doyggi? Hevði eg eisini verið eg, um eg varð fødd onkra aðrastaðni? Hvør eri eg í grundini? Bókin varpar ljós á smáar og stórar spurningar í lívinum hjá 12 ára gomlu Viólu, og vit fáa innlit í tankar hennara um lívið, deyðan, vinir, familju, einsemi, útsjónd og popularitet. Ein still og poetisk kanning av samleika, og hvussu tað er at vera genta í dag.
Rithøvundur: Annette Herzog
Mynprýðari: Katrine Clante
Týðari: Guðrið Rubeksen
Síður: 96
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Zenobia
Ein nemandi søga um borgarakríggið í Sýria. Ein fiskibátur, ovurfyltur við flóttafólki, hvølvist í Miðjarðarhavinum. Umborð á bátinum er gentan Amina, sum druknar saman við øllum hinum umborð. Meðan hon søkkur, verður hennara stutta lívssøga søgd í afturlitum. Í skiftandi litum og ljósi verður klipt aftur og fram millum fortíð og nútíð. Millum brúna kríggið í Sýria og myrknandi bládýpið. Amina minnist, hvussu hon flýddi gjøgnum krígsherjaða Sýria saman við pápabeiggjanum, sum bjargar henni umborð á bátin, men sjálvur má standa eftir.
Rithøvundur: Morten Dürr
Myndprýðari: Lars Hornemann
Týðari: Oddfríður M. Rasmussen
Síður: 110
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Hvíti fuglur
Julian skal skriva eina uppgávu í samfelagsfrøði og ringir til ommu sína. Hon fortelur honum sína ótrúligu lívssøgu. Sum ung genta krógvaði hon seg fyri nasistunum undir seinna heimsbardaga í Fraklandi. Hetta er ein søga um ljósið í myrkrinum, um ómetaligt dirvi, vinalag og kærleika.
Rithøvundur og myndprýðari: R.J. Palacio
Týðari: Ása H. Ellefsen
Síður: 220
Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
