Góðu søgurnar heiðraðar
21.10.22
Í gjár vórðu M. A. Jacobsens heiðurslønirnar latnar. Fýra heiðurslønir vórðu latnar, og felags fyri øll fýra verkini var tann góða søgan. Føroyar lesa ynskir dugnaligu søgusigarunum hjartaliga til lukku.
Á samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn í gjár vórðu fýra verk í miðdeplinum fyri heiðurslønirnar, sum vórðu latnar fyri fýra sera ymisk verk. Felags fyri allar fýra heiðurslønirnar er tann góða søgan.
Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð latin Jákupi Veyhe fyri hansara sjáldsama góðu søgur um “Tey í Mórugøtu”. Við sínum eyðkenda humori hevur Jákup Veyhe mangan myrkan morgun fingið mangt smílibandið fram afturvið fyrsta kaffikoppinum og fyrireiking av matpakkum. Søgurnar um Kenneth, Katju og hini í Mórugøtu hava tann sjáldsama eginleikan at seta samtíðarrealistiskar støður í spæl á ein humoristiskan hátt. Søgur, sum annars høvdu verið daprar og syrgiligar og neyvan høvdu fingið smílið fram. Ein øðrvísi háttur at seta eym evni í spæl.
Heiðurslønin fyri fagrar bókmentir varð latin Carl Jóhan Jensen fyri tríverkið Sær – ein fuglabók av gloymsku, Terningar – søgur av tilvild og Vatn er ein vátur logi. Hetta var fjórðu ferð, at Carl Jóhan varð heiðraður við M. A. Jacobsens heiðurslønini. Í bókunum spælir høvundurin sær við frásagnarkynstrið, har hann letur høvuðspersónarar vera tigandi, hugsandi, gloymandi, talandi ella talandi fyri tigandi áhoyrara. Soleiðis setur hann eitt nú torføra evnið demens í spæl í sínum skaldskapi.
Les eisini: Tí skalt tú lesa hvønn dag
Nils Ohrt fekk heiðurslønina fyri Millum Føroyar og málningin, sum er eitt serstakliga áhugavert listfrøðiligt verk um trý av okkara fremstu listafólkum, Sámal Joensen-Mikines, Ruth Smith og Ingálv av Reyni. Í bókini hevur høvundurin hugt nærri at, hvussu listaverk eftir hesi trý kunnu knýtast til rák uttan úr heimi. Ein avbera áhugaverd bók, har høvundurin eisini borðreiðir við spennandi greiningum av útvaldum listaverkum, sum øll siga hvør sína áhugaverdu søgu.
Seinasta heiðurslønin varð latin Det Feröische Compagnie. Heiðurslønin varð latin leikbólkinum fyri at hava sett upp leikir síðani 2010, tá leikbólkurin varð stovnaður, men ítøkiliga verður heiðurslønin latin fyri seinasta avrikið hjá Det Feröische Compagnie, Lykkenborg. Leikurin um Pól Jóhannus, vanliga róptur Lykken, og hansara sjáldsama hugaheim, varð fyrst og fremst sýndur í heimbygd hansara, Miðvági, men leikbólkurin ferðaðist eisini runt landið við leikinum. Ein rørandi søga um ein serligan ungan mann, sum verður sendur til Danmarkar á sinnissjúkrahús. Eftir sjáldsamari konstruktión bygdi hann einsamallur eini serstøk hús í fjallalendinum við Miðvág.
Leikritið um Lykken og hansara borg er ávegis á marknaðin. Hálvan november gevur Sprotin leikritið út sum bók.
Takk fyri allar tær góðu og týdningarmiklu søgurnar og hjartaliga til lukku við heiðrinum øll somul.
Les eisini: Karl er vorðin Karla
Mynd: Tórshavnar kommuna