Góðir lesivanar sum ein bjargingarvestur
16.09.20
Børn, sum ongantíð lesa í síni frítíð, eru ofta illa fyri fakliga og trívast heldur ikki í skúlanum. Stundum koma hesi børn frá ringum sosialum korum - tað vísir ein donsk kanning, sum Egmont Grunnurin hevur fíggjað. Kanningin vísir eisini, at tað veruliga munar at lesa í frítíðini, og at ungdómar við ringum sosialum korum, sum kortini verða eggjaðir til at lesa í frítíðini, oftari fara undir eina miðnámsskúla- ella læruútbúgving enn tey, sum ikki lesa í frítíðini.
Tað eru tó fáir av hesum ungdómum, sum lesa í frítíðini, og sum fara víðari undir lesnað ella í læru eftir fólkaskúlan. Henda gongdin skal broytast, tí tað er júst ein útbúgving, sum kann tryggja hesum menniskjum eina betri tilveru. Tískil hevur danski Egmont Grunnurin lagt hesi krøv til rættis:
Vit noyðast at viðurkenna týdningin av at lesa í frítíðini. Hetta førir til betri trivnað í skúlanum og betri fatan um seg sjálva/n.
Øll børn og ung skulu hava atgongd til viðkomandi bøkur og lesnað.
Vaksin – fosturforeldur, námsfrøðingar, foreldur, sjálvboðin, o.o. – eiga at kveikja lesivanarnar hjá børnum og ungum.
Tey børn og ung, ið ikki hava lesing ella upplestur av bókum sum ein fastan tátt í gerandisdegnum, kunnu við krøvunum omanfyri hava betri møguleika fyri at fóta sær í fakliga lívinum og tilveruni sum heild. Kanska verður tað júst lesingin, ið bjargar teimum á lívsleiðini, og á henda hátt noyðist tað ikki at vera ein veruleiki, at sosiala støðan hjá børnum og ungum er avgerandi fyri lesivanar - og samstundis fakligu førleikar - teirra.
Kanning
Ein kvalitativ kanning hjá Sosialt Udviklingscenter, VIVE og Det Nationale Forsknings- og Analysecenter for Velfærd, sum byggir á 38 samrøður við ung frá 15-17 ár. Egmont Grunnurin hevur stuðlað og fíggjað kanningina.
Kelda: egmontfonden.dk