top of page

Februar: ein yrking um dagin

01.02.21

Í februar mánaði fer Kringvarpið aftur undir táttin "Dagsins yrking". Tátturin var fyrstu ferð settur á skrá í februar í fjør og fekk so mikið góða undirtøku, at Kringvarpið hevur avgjørt at seta táttin aftur á skrá í februar 2021. 

Hvønn yrkadag klokkan 12.00 verður ein yrking at hoyra í útvarpinum. Í alt er talan um 20 yrkingar. Tað verða 6 yrkjarar og 4 sjónleikarar, sum fara at lesa upprunaføroyskar yrkingar. Bókmentaráðið hevur skipað fyri og valt út so ymiskt og fjølbroytt sum gjørligt. Í bókmentaráðnum eru Marjun Syderbø Kjelnæs og Bergur Rasmussen fyri Rithøvundafelagið, og fyri Kringvarpið eru Jonna Fritsdóttir Mortensen og Páll Danielsen.

- Vit gleðast um, at vit aftur í februar í ár fara at hugsavna okkum um yrkingar, sigur Kringvarpið í tíðindaskrivi.

Tað gera Føroyar lesa eisini. Minnist til at tendra Kringvarpið kl. 12.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page