top of page

Eingin er sum Pippi

15.09.20

Í ár eru 75 ár síðan, at fyrsta bókin um Pippi Langsokk kom út. Bøkurnar eru síðan komnar út í 77 ymiskum londum, og vit eiga eisini fleiri av hesum bókunum á føroyskum. Fyrsta bókin um Pippi kom út í 1993, og síðan hava bøkurnar verið væl umtóktar millum stór og smá. Turið Sigurðardóttir hevur týtt allar bøkurnar um Pippi til føroyskt. Bókadeildin hátíðarheldur føðingardagin hjá Pippi við tveimum útgávum í ár.

Sniðskorin bók til tey yngstu

Hetta er ein sniðskorin pappbók til teir yngstu lesararnar við eyðkendu myndunum hjá Ingrid Vang Nyman. Í bókini kunnu tit hitta Pippi, Villingavál og øll hini fyri fyrstu ferð.


Hent at vita:

Rithøvundur: Astrid Lindgren

Myndprýðari: Ingrid Vang Nyman

Aldursbólkur: 0-2 ár

Síður: 14

Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags


Tríggjar søgur um Pippi Langsokk

Ein stór og flott bók við trimum klassiskum myndabókum um Pippi í einari bók. Tú hoyrir um, tá ið hon flytur í Villingaváli og hittir Anniku og Tummas fyri fyrstu ferð. Tá ið hon roynir at finna út av, hvat ein spunkur er, og tá ið hon flytur úr Villingaváli og fær skil á bandittunum í Humlugarðinum á sín heilt egna hátt. Síðsta søgan er fyri fyrstu ferð týdd til føroyskt í hesi útgávu.


Hent at vita:

Rithøvundur: Astrid Lindgren

Myndprýðari: Ingrid Vang Nyman

Týðari: Turið Sigurðardóttir

Aldursbólkur: 3-7 ár

Síður: 58

Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page