top of page

Bukað

15.09.20

Pápi Odu trillar súkkluna hjá henni inn í bilhúsið.
Oda sleppur ikki at súkkla meiri.
Hon dettur so lættliga.
Hetta er søgan, sum Oda sigur teimum, sum spyrja.
Men sannleikin er ein annar.
Ein sannleiki, sum Oda ikki vil siga.
Ikki pápanum.
Ikki læraranum.
Ikki besta vininum, Milad.


Bukað er ein ógvuliga rørandi søga um eina unga gentu, sum verður sligin av mammu síni. Hon sigur tað ikki fyri nøkrum, men goymir tað inni við seg sjálva. Í staðin halda øll, at hon er dottin á súkkluni. Tað er trupult hjá Odu at vita, hvat hon skal hugsa um mammu sína. Hon er góð við hana, men hon ræðist hana eisini. Mamman hevur ikki altíð verið so, og Oda veit, at mamman ikki altíð hevur tað lætt. Men hon veit eisini, at tað, sum mamman ger er skeivt. Er nakar vegur úr hesi støðuni?


Bókin er skrivað á løttum, gerandisligum máli við lítið av teksti á hvørjari síðu. Samstundis er málið eisini vakurt og poetiskt.


Bókin er ein bláur krossfiskur. Krossfiskarøðin hjá Bókadeildini og Námi er ætlað lesarum, sum vilja royna at lesa meira avbjóðandi tekstir enn krabbabøkur.


Brellbiti:

Hon slær.

Fyrst eina ferð.

So eina ferð afturat.

Eg taki hondina upp fyri munnin.

Eg dugi ikki at siga, hvat er tár, og hvat er blóð.

Hon plagar at gevast nú.

Tá ið eg gráti, skilir hon, at nú er nóg mikið.

Eg hyggi at henni.

Teimum myrku eygunum.

Skjótt fer hon at venda sær á og fara.

Lata meg fáa frið.

Men so slær hon aftur.

Í búkin.

Eg hokni saman.

Missi ondina.

Tá ið eg detti, verður alt púra kvirt.


Hent at vita:

Rithøvundur: Brynjulf Jung Tjønn

Slag av bók: krossfiskur, stutt skaldsøga

Hvør skal lesa: 12+, um tær dámar realistiskar ungdómsbøkur

Evni: harðskapur, familja, vinalag

Týðari: Turið Kjølbro

Síður: 112

Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page