top of page

Bergur Rasmussen

16.09.20

Hvat er ein góð týðing?

Ein góð týðing flýtur væl málsliga og er løtt at lesa. Týðarar eru eitt sindur sum dómarin í einum fótbóltsdysti. Viss tú ikki hugsar um, at teksturin er týddur, tá ið tú lesur hann, so hevur týðarin gjørt sítt jobb til lítar.


Hvør bók, sum tú hevur týtt, hevur serliga fest seg?

Upplagt hevði verið at sagt Harry Potter, men rættari er nokk at siga Herviligi Henry, um enn eg eri rættiliga errin av Millum gráar skuggar, so er tað nøkur støk bók, sum serliga hevur fest seg hjá mær, man tað vera hon.


Hvørjum leggur tú teg eftir, tá tú týðir, og hvat er mest avbjóðandi?

At fáa málið natúrligt. Tað mest avbjóðandi er at stýra út um teir snávingarsteinar av danismum og amerikanismum, sum tíverri eru alt ov vanligar í okkara talimáli (jeps, eisini mínum.)


Hvørja bók týddi tú seinast, og týðir tú nakra nú?

Seinasta bókin, eg týddi, var Ríman um sangfuglar og slangur. Um enn okkurt man vera á beding, er synd at siga, at nakað er ávegis akkra nú; men tað velst sjálvandi um, hvørji boð koma frá reiðarínum.


Hví týðir tú bøkur?

Tí tað er stuttligt, avbjóðandi, læruríkt og spennandi … og so er tað herliga gevandi at síggja bøkurnar í hondunum á skúlanæmingum, tá ið teir hava frílesing.


Mynd: Oddfríður Marni Rasmussen

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page