top of page

Altjóða lesidagur: Føroysk børn lesa

09.09.22

Í gjár var Altjóða lesidagur. Í tí sambandi hava skúlar og skúlabókasøvn kring landið skipað fyri felags lesiløtum. Her er eitt úrval av myndum frá skúlum úr øllum landinum.


Fleiri skúlar kring landið nýttu høvi at raðfesta lesing ein part av degnum, nú Altjóða lesidagur var í gjár. Skúlar og skúlabókasøvn kring landið er heppin at hava eldsálir, ið altíð eru til reiðar at varpa ljós á lesing og ikki minst týdningin av lesigleðini.


Í sambandi við Altjóða lesidagin í gjár fingu Føroyar lesa eitt breitt úrval av myndum sendandi frá skúlum kring landið, sum vísa børn og ung – sitandi, liggjandi ella standandi – meðan tey njóta eina stilla lesiløtu saman.


Í Skúlanum við Streymin hevði grund- og miðdeildin lesuløtu, og skúlastjórin greiddi frá lesidegnum hjá ST.


Í skúlanum við Løkin lósu allir 300 næmingarnir í mið-og hádeild umframt vaksin í eitt korter aftan á morgunsangin. Í grunddeildini á Glyvrum las Brynhild, sum er bókavørður, nýggju reyðu krabbabókina Eldávaringupp fyri teimum umleið 100 næmingunum.


- Okur í Tvøroyrar skúla fingu eisini íblástur og samlaðust í fimleikahøllini; allir lærarar og næmingar í 4.-10. flokki (1.-3. fl. húsast í Trongisvági). Ein so deilig løta – og okur ætla at gera tað aftur (og ætla ikki at bíða eitt heilt ár), sigur Annika Eidesgaard av Tvøroyrar skúla.


Í skúlanum í Leirvík var fyrra helvt av søguni Ein dagur uttan tøl lisin fyri 140 børnunum í 0.-3.flokki beint eftir morgunsangin, og somuleiðis høvdu tey í Lítlaskúla eina góða lesiløtu í gjáramorgunin.


Føroyar lesa takkar fyri myndirnar, og vit gleðast yvir, at so mong hava tikið av møguleikanum at hugsavna seg um lesingina á hesum degnum, ið er ognaður lesingini.

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page