Mikkjal Thomassen

Navn: Mikkjal Kjartansson Thomassen

Aldur: 44

Starv: Fótbóltsvenjari hjá KÍ


Á náttborðinum liggja...

Í løtuni liggja nokkso nógvar bøkur á náttborðinum. Animal Farm eftir George Orwell og Of Mice and Men eftir John Steinbeck eru tveir styttri klassikarar, sum elsti sonurin, David, hevur viðmælt mær at lesa, og sum eg byrjaði uppá herfyri.

The Winner Within eftir Pat Riley, Move Fast and Break Things eftir Jonathan Thaplin og Harder than I thought eftir Austin, Nolan og O’Donnell og Good to Great eftir Jim Collins, liggja eisini á náttborðinum. Hetta eru bøkur sum snúgva seg um evni, sum eru viðkomandi í arbeiðnum hjá mær. Tað er sera týdningarmikið áhaldandi at fáa vitan og íblástur í starvinum sum venjari, og tí havi eg altíð bøkur við hondina.

Og til seinast liggur so Origin eftir Dan Brown eisini á náttborðinum. Hana brúki eg til at sleppa burtur frá tankameldrinum, sum stendst av venjarastarvinum.

Tað slóg meg, at allar bøkurnar eru á enskum, men tað er ofta soleiðis, serliga tá talan eru um fakligar bøkur.


Eg elski at lesa...

Eg elski at lesa upp fyri familjuni. Bæði eg og konan hava lisið nógv fyri børnunum. Hon hevur lisið, tá dreingirnir vóru yngri, og eg havi tikið yvir, tá teir vóru nóg stórir til at hoyra Harry Potter bøkurnar. Í løtuni lesi eg 5. bókina um Harry Potter, Harry Potter og Føniksfylkingin, fyri yngsta soninum Hávarði, sum er 11 ár. Vit lesa viðhvørt, meðan familjan etur morgunmat, og so lesa vit ofta um kvøldið, áðrenn vit fara í song. Hetta eru fyri meg nakrar av bestu løtunum gjøgnum vikuna. Tað kemur ein friður á, tá vit eru saman á hendan hátt. At siga frá søgum er nakað, sum liggur í okkum føroyingum, so langt aftur vit vita, og tað merki eg, tá vit hava hesar løturnar.


Hvørja bók vilt tú viðmæla?

Fyrst og fremst klassisku barnabøkurnar eftir Astrid Lindgren, Hobban og Ringanna Harri eftir Tolkien, og so ikki minst Harry Potter bøkurnar eftir J.K.Rowling. Eingin eigur at vera hesar søgurnar fyri uttan. Tær viðgera allar kjarnuevnini í tilveruni. Vinalag, dirvi og tað, at alt hevur sín prís.

Innan mítt yrki hevur Marti Perarnau verið slóðbrótandi, tá hann uttan avmarkingar slapp at fylgja Pep Guardiola í eitt heilt ár, sum var um tað mundið, tá Guardiola skifti frá Barcelona til Bayern Munchen í juni 2013. Einasta avmarking, rithøvundurin fekk, var, at hann ikki mátti útgeva tilfarið, fyrr enn kappingarárið var endað. Bókin eitur Pep Confidential. Fyri fótbóltsvenjarar er bókin hægsta støði av masterclass, sum er tøkt í dag. Her fáa vit eisini innlit í vinalagið millum Guardiola og Gary Kasparov, fyrrverandi heimsmeistara í talvi.


Hevur tú eina yndisbók ella yndishøvund?

Um eg ikki skal endurtaka nakað omanfyri, so havi eg hug at nevna eina bók frá 2006 hjá Lawrence Wright, sum vann Pulitzer prísin í 2007. Bókin eitur The Looming Tower – Al-Qaeda and the road to 9/11.

Bókin er eitt óvanliga djúpt research inn í smálutirnar, sum førdu til terroratsøkninar í USA 9. september í 2011, inn í persónligu søgurnar um Bin Laden og hinum brotsmonnunum, inn í trygdartænasturnar FBI og CIA í USA og inn í politisku strukturarnar í miðeystri, og hon greiðir frá, hví og hvussu radikaliseringin av Islam er ment seinastu 70 árini.


Hvør bók stendur næst á ynskilistanum?

Crime and Punishment hjá Fjodor Dostoevsky. Sonurin skrivaði høvuðsuppgávu um hetta verkið á Glasi, og tað kveikti áhugan hjá mær at fara í holt við bókina. Annars gleði eg meg til at lesa alt møguligt á einum langum lista, sum eg havi gjørt mær.

1/0

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo