
9. desember
09.12.20
"Skjótt vil kavin leggja seg oman á alt livandi og deytt.
Landslagið er nakið og ósentimentalt.
At vera her fær meg at sakna teg,
men her er eingin at sakna.
Kettan er rýmd aftur,
hesaferð kemur hon ongantíð aftur.
Veturin kemur – enn drálar hann.
Eg vindi hálsturriklæðið um hálsin.
Skjótt eru membranar av gleri á øllum.
Juliana Spahr sigur í This connection of everyone with lungs,
how lovely and how doomed this connection of everyone with lungs.
Eg fari í troyggjuna,
ið tú plagdi at vera í,
tá tú vart hjá mær.
Vit vassa enn gjøgnum aldur
av gráum bløðum í skógarbotninum.
...
Kavastormar og ódnir
undir løgum av frosti
forkølaðum nasum
heitum kaffi
og fótasporum í kavalandslagnum
liggja gamlar uppgerðir
roknskapir sum ikki stemma,
oyðilagdur barndómur,
ið bíðar eftir várinum
og einum heitum koppi av te.
Soleiðis sæð er tann heitasti heimurin,
ið kann varðveitast,
hann sum spakuliga gongur undir.
Altíð við at missa onkran vit elska.
Veturin er komin,
árið endar skjótt.
(Desemburmorgun, Kim Simonsen, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2015)
