8. desember
08.12.20
"Á Bequia hittast nógvir bátar úr Norðurlondum til jólar, og tað var henda jólafund, vit gjarna vildu taka lut í.
Tað er einki undur í, at Karibisku oyggjarnar eru so víðagitnar. Tá ið vit nærkast Bequia, vóru øll á dekkinum. Vit kendu okkum heppin, at uppliva slíkan vakurleika.
Oyggjarnar lógu grønar og frugtagóðar, og sandurin lýsti sum hvítagull ímóti tí ljósabláa sjónum.
Eg hevði ongantíð áður sæð so nógvar bátar ankraðar á sama stað sum her í Admirality Bay Bequia. "Teir flestu bóru norðurlendsk fløgg, tó var einki íslendskt ella føroyskt. Harafturímóti vóru øgiliga nógv donsk og svensk fløgg og eitt sindur færri finsk og norsk.
Tollaksmessudagur var og brennandi heitt. Vit vóru í góðum hýri, hóast tað hevði pissað niður og verið svart í mjørka á ferðini higar. Nú gleddu vit okkum til jólaaftan. Vit høvdu stórar ætlanir, tó høvdu vit ikki heilt avgjørt, um vit skuldu fara í land at eta jóladøgurða, ella um vit fingu kroyst eina jóladunnu inn í tann lítla ovnin.
Vit byrjaðu tíðliga at fyrireika eina rimmarmáltíð, tað er ikki so lætt at gera fínan jóladøgurða til átta fólk við tveimum plátum og einum lítlum bakarovni.
Gleðilig jól eru sædd fyrr, men ikki í slíkum hita og við so spakuliga bakaðum høsnarungum, so góðum brúnaðum eplum, so klumputari sóso, ella rísalamang borðreitt í eini bláari spann, ella so samanfallnari brúnakøku. Sangurin ljómaði í ringinginum á Sølku, har var bæði Gleðilig jól og There is a house in New Orleans".
(Ferðin um bláu gongustjørnuna, Durita Holm, Forlagið Freyja, 1999)