7. desember
07.12.20
”Pætur Adamssonur,” segði jólamaðurin. ”Tað eri eg,” segði Pætur. ”Hesar gávurnar eru til tín,” helt jólamaðurin fram, ”og hetta eru amboð, ikki leikur. Tíðin nærkast í hvørjum, tá ið tú kanska noyðist at brúka tey.” Við hesum orðum fekk hann Pæturi eitt svørð og ein skjøldur í hendur. Skjøldurin var silvurlittur, og á honum var ein framskorin mynd av eini reyðari leyvu, ið var so reyð sum eitt fullbúgvið jarðber. Hjølturin á svørðinum var úr gulli. Við tí fylgdi bæði slíðri, belti og annað, sum hoyrir til, og tað var ikki tyngri enn so, at tað var fittligt hjá Pæturi at brúka. Pætur tók tigandi og hátíðarligur ímóti gávuni, tí hann kendi á sær, at nú var álvara á ferð.
”Súsanna Evudóttir,” segði jólamaðurin, ”hetta er til tín,” og hann fekk henni ein boga, ein ørvahúsa og eitt lítið fílabeinshorn. ”Men ikki mást tú brúka bogan uttan í dýrastu neyð,” segði hann, ”tí eg haldi ikki, tú eigur at vera við í bardaganum. Hetta er ein beinrakin bogi. Og setur tú hornið fyri munnin og blæsur í tað, so hugsi eg, at tú fært hjálp, hvar ið tú so ert stødd.”
At enda segði hann, ”Lovisa Evudóttir,” og Lovisa steig fram. Hann gav henni eina fløsku, sum at vísa seg var úr glasi (men seinni spurdist, at hon var úr diamanti) og ein lítlan tvíeggjaðan knív. ”Í fløskuni,” segði hann, ”er heilivágur, ið er fingin úr einari av eldblómunum, ið vaksa í fjøllunum á sólini. Verða tú ella onkur av vinum tínum særd, grøðast sárini aftur við nøkrum fáum dropum. Knívin fært tú at verja teg við, kemur tú í neyð.”
(Søgur úr Narnia: Leyvan, gívurin og klædnaskápið, C.S. Lewis, Carl Jóhan Jensen týddi, Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2005).