5. desember

”Vikurnar ganga. Helenu tykist, at tað so líðandi lættir eitt sindur í hjá henni. Hon arbeiðir hart hvønn dag og er so móð, at hon bara fer um koll um kvøldið.

Hon hevur lovað sær sjálvari at verða verandi her til várs, so omman kann vera nøgd, og tað lyftið ætlar hon sær at halda. Men ikki ein einasta dag longur. Fyrsta mars er hon farin hiðani, og hon fer aldrin í verðini at seta fót sín inn um aftur gáttina í hesum húsinum. Kanska fer tað við tíðini at eydnast henni at leggja hetta aftur um seg. At gloyma tað.

Nú stákast tey til jóla. Her skal vaskast og skrubbast. Harumframt mugu tey baka og matgera nógv meira einn vanligt. Helena kennir seg ikki so væl. Í morgun, tá ið hon kom upp, mátti hon renna útum at spýggja. Hon mundi hava etið okkurt, hon ikki toldi. Hon hevur tað betri nú, men hevur vaml enn.

Tær vaska øll húsini upp og niður. Sveittin lekur av teimum. Bóndakonan hevur vaskiørsku. Hon gongur um beinini á teimum og peikar teimum á, hvar tær ikki hava vaskað nóg væl. Hetta er annað arbeiði enn at ganga til neytar, hugsar Helena. Tað var so vælsignað at ganga úti í náttúruni burturi frá øðrum”.


(Ein táttur er silvur, Sólrún Michelsen, Forlagið Sprotin, 2019)

1/0

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo