top of page

4. desember

04.12.20

Og so fara Pegasus og eg á flog. Pegasus er heitur og mjúkur, og eg haldi um hálsin á honum.

”Hvar fara vit, Pegasus?”

”Hagar tú vilt, vinur mín, hagar tú vilt,” svarar Pegasus.

”Sum her er gott at liggja, Pegasus,” sigi eg svøvntungur.

”Sov bara, Janus Stjørnuriddari. Eg ansi eftir tær,” teskar Pegasus. Og vit flúgva spakuliga ímillum stjørnurnar.

Langabrekka, har børnini hava spælt allan dagin, liggur nú oyðin og tóm. Tað kavar av møkum. Nina er langt síðani sovnað. Spakuliga dala flykrurnar, og kavin legst tjúkkur. Øll barnaspor og sporini av sletunum eru burtur, og ongin stjørna sæst á luftini meira. Húsini liggja næstan undirkavað, og alt er so friðsælt. Uttan fyri hjá Janusi og teimum stendur sletan hjá honum við úthurðina, og útiljósið er tendrað. Veturnætur eru myrkar og kaldar, so tá er gott at kunna balla seg.

Men hygg, hvat var hatta? Eitt stjørnuskot? Sást tú tað?


(Janus er ein stjørna, Edward Fuglø, Bókadeild Føroya Lærarafelags, 2009)

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page