top of page

3. desember

03.12.20

Aftaná midnátt vakni eg av storminum. Tað plagi eg aldrin. Mamma og babba eru farin upp og ganga við ljósi í hondini, tí streymurin er farin.

Okkara nýggju og deiligu hús geva seg. Tað brakar í tekjuni, tað er eins og húsini suffa og vena seg.

- Tit skulu vera rólig, sigur babba, - hesi húsini fara ongan veg, eg havi smíðað tey sjálvur.

So hoyra vit brandbilin fara eftir drønandi eftir Ringvegnum, og lítla løtu aftaná sjúkrabilin.

- Tað veit Gud at vil eg ikki hopa, at eldur er í nakrastaðna, sigur mamma, - tí so fer alt upp í royk.

Nú tendra gøtuljósini á onkran undrunarverdan hátt aftur, og vit síggja fólk frá Bjargingarfelagnum fara framvið í appilsingulum termodraktum.

Hvat hendir og hvar?

Lutir koma singlandi gjøgnum náttina, byggitilfar og spælihús hjá børnum. Ælið stendur vatnrætt í glæmuni frá ljóssteyrunum, og vit síggja at fólk eru uppi í øllum grannalagnum.

Men vit vita einki. Vit vita ikki, at allir nábúgvarnir hava mist sínar skorsteinar, og at niðasta húsið á vegnum hevur fingið skrykt alla yvirtromina omanav. Hon fer í heilum líki sendandi sum eitt rúmdarskip oman í dalin, har hon knúsast til pinnabrenni, og tey skelkaðu fólkini standa í berum náttklæðum og gløa beint upp í ta svørtu illveðursnáttina.

Hann er blivin útsynningur, og veðrið kemur sum eitt brølandi ódjór gjøgnum skørðini vestanfyri á fjøllunum.

Vit vita ikki, at í hesi løtu slóknar jólatræið á Vaglinum og fer á flog, og at tey hundraðára gomlu trøini í Lützensgarði verða kvett av og liggja og berja móti moldini sum særdir hvalir.


(Tá ið eg havi málað summarhúsið eftir Oddvør Johansen, Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2001)

Les_Meira_Logo_Portrait_WHT_Red_RGB.png

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo
bottom of page