
3 bøkur í uppskoti til Lesaravirðislønina
31.01.25
Aftur í ár verður høvi hjá føroysku lesarunum at atkvøða fyri síni yndisbók. Føroysku bókasøvnini tóku í fjør stig til nýggju virðislønina, Lesaravirðislønina, sum er ein heiður til tað verkið, sum varð mest útlænt árið fyri. Tað serstaka við Lesaravirðislønini er, at tað eru lesarar, ið atkvøða.
- Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið ársins mest læntu bøkur, siga stigtakararnir í tíðindaskrivi.
Les eisini: Rithøvundar fortelja um sínar bøkur
Vinnarin í 2024 gjørdist í Høgni Mohr fyri bókina Saga JAM. Í ár eru trý nýggj verk at velja í millum.
Tilnevningarnar til Lesaravirðislønina byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum, umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum. Tey trý verkini, sum eru í uppskoti til Lesaravirðislønina 2025, eru:
Lygn eftir Eyðun Klakstein
Vilstar røtur eftir Ingun Christensen
Sára Malena eftir Sólrún Michelsen.
Virðislønin, sum er á 30.000 kr. verður latin á almennari móttøku í mars. Til ber at atkvøða fyri sínum yndisverki á leinkinum: www.lesaravirðislønin.fo
Les eisini: Eiga tit Ársins lesiátak?
Um fyriskipararnar:
Føroysku bókasøvnini er eitt samstarv millum størstu bókasøvnini í Føroyum: Býarbókasavnið í Havn, Bókasavnið við Løkin, Klaksvíkar Bókasavn og Landsbókasavnið.



