23. desember
23.12.20
”Og so vórðu ljósini tendrað. Sum alt glitraði og skein í prýðiligum litum. Træið skalv so illa, at eitt av ljósunum festi eld í eina grein, so svidnaroykurin gekk um alla høllina. ”Hjálp!” róptu arbeiðskonurnar og sløktu í stundini. Nú tordi træið ikki at skelva longur. Tað var so bangið fyri at missa okkurt av øllum pyntinum og var næstan í ørviti av øllum stásinum. Alt í einum fóru hurðarnar upp, og ein hópur av børnum stóðu púra málleys. Men bara eina lítla løtu stóðu tey soleiðis, og so róptu tey av gleði, so tað hoyrdist um alla høllina. Tey dansaðu um træið, og ein gáva fyri og onnur eftir varð tikin av greinunum. ”Hvat gera tey nú?” hugsaði træið. Ljósini brunnu niður ímóti greinunum, og so hvørt sum tey brunnu niður, vórðu tey sløkt. At enda sluppu børnini at ræna træið. Tey skræddu burtur av tí, so at tað brakaði í øllum greinunum. Høvdu gullstjørnan og toppurin ikki verið bundin í loftið, so hevði tað bóltað.
Eingin hugdi longur at trænum, men so kom hin gamla barnagentan, og hon kagaði inn ímillum greinarnar bara fyri at vita, um ikki ein fika ella eitt súrepli var eftir”.
(Granntræið, Hans Christian Andersen, Heri Jacobsen týddi, Bókadeild Føroya Lærarafelags, úr savninum Vakrastu ævintýr H.C. Andersens, 2018)