21. desember
21.12.20
"Trupul ert tú vetrartíð;
Kvøld so long og lítið blíð
Tyngja niður sinnið.
Loftið er so tjúkt og grátt;
Allar áir larma hátt,
Lógvin ikki minni.
Ymist um ættin mól,
Ilt, vilt av vetri gól.
O, teir døkku, dimmu dagar fyri jól!
Drívur slað um døkkan dal,
Náttin gevur heglingsæl,
Dagur ongan hita;
Geraljóst í øktir tvær,
Hinar seks má leiðast mær
Inni stútt at sita.
Myrkrið mær megi stjól,
Veik, bleik er vetrarsól.
O, teir dimmu dagar fyri jól!
Fáur vil nú virka ull:
Áður var hon Føroya gull,
Avreidd mest í pørum.
Hóvar tað mær ei so væl,
Tolin eg tó sita skal
Togandi við kørðum,
Røkja mítt spunatól,
Renn, renn mítt rokkahjól!
O, teir dimmu, dimmu dagar fyri jól!"
("Dimmu dagar fyri jól", úr Trupul ert tú vetrartíð eftir Mikkjal á Ryggi, H. N. Jacobsens forlag, 1954)