17. desember
17.12.20
“Tá ið myrkrið og óveðrið aftan á mortansmessu og úteftir taka meira og meira undir seg, tá ið vetrarstormarnir ýla millum fjøllini, og hvirlurnar kurla eyrskúrar um hamrarnar, so neistarokið stendur av, tá ið kavaríðir og áarføri berjast um yvirtakið í veðurlagnum, og bygdin drívur í hvøssum sjóroki, stendur jólahalgan sum ein lýsandi linni í áganginum.
Á, tað er so nógv, sum skal gerast til jóla. Menn manna tíggjumannafarið til Havnar eftir jóladrekka; hava onnur handilsørindi við; men eftir jóladrekka er tað teir fara; tí nú skal høgtið haldast og gleði vera. Gleði! Ja, tað er nú ikki so, at vit ganga stúrin um dagarnar; men at liva lívið langt saman við teimum ovurkreftum, sum her búleika, nívir tó sinnið so, at tað mest sum er rá fyri allari gleði; tað ansnið vit hava við stýrið, við dragið, tá ið vit leggja á strongin, tá ið vit ganga líðirnar og hoyra omankastið, sleppir okkum ongantíð heilt. Tí man skikkurin vera uppkomin, at tá ið væl skal vera, kemur fløskan á borðið, ikki fyri at drekka vit og minni burtur, men fyri saman við vinum og javnlíkum eina løtu at gloyma alt tað, sum so mangan er okkum ovboðið.
Menn fara í hagan við tøkuhundi eftir jólaóm. Aðrir fara á flot, um líkindi eru, at fáa feskt til høgtíðina.
Í húsinum er mikið sták við øllum sum gerast skal, og hetta sták varar líka til náttað er jólaaftan, í hvussu er fyri konufólkini, sum kýta seg at fáa alt liðugt. Mennirnir leggja frá sær, tá ið kirkjuklokkan ringir halguna inn”.
(Men lívið lær, Heðin Brú, Føroya Skúlabókagrunnur, 2001)