
12. desember
12.12.20
“Bygdin sá ómetaliga vøkur út, har hon lá í kavanum og sólini. Tað var jóladagur og farið um kirkjutíð, og vit Duruta, Turið og Edmund vóru ávegis á vitjan í háborg Føroya, sum kirkjubøfólk ivaleyst høvdu orðað seg. Tollaksmessudagur og jólaaftan høvdu ikki verið serligir til veður. Hann var farin suðurum, og úrslitið var sirm. Tað nógva av kavanum bleiv kortini liggjandi, og út á jólanátt var hann blivin høgur í ættini við kava. Og í dag var tað jólaveður sum í ævintýrunum.
Tá ið eg var komin til Viðareiðis, hevði eg ringt til Havnar og hevði fingið fatur í Bergi Mjóvanes, sum fekk alt uppá gos, og politistar úr Klaksvík norður í Dalar. Tá ið eg seinni sama kvøldið hitti eysturoyingin á Hotel Norð, fortaldi hann mær, at teir høvdu funnið fitt av deyðum monnum og nakað av særdum. Summir høvdu búleikast við summarhúsini, men nakrir vóru farnir umborð á Marianne og høvdu roynt at fingið akkerið upp. Ímillum hesar menn var skiparin, men hann var so dýrandi fullur, at hann fekk ikki rætt nakra hjálpandi hond. Úrslitið var, at tá ið løgreglan kom til skipið, lá tað har, tað hevði ligið síðani á morgni. Fleiri sjúkrabilar høvdu høvdu vitjað har norðuri, og bæði skiparin, sum hevði skorið seg illa í skøvningarnar, ein kavari, sum hevði eitt sorað knæ, og ein, sum hevði skallabrot, vóru á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Ein triði kavari, sum hevði fingið eistrini skotin undan sær, varð sendur til Havnar saman við einum eldri manni, sum hevði brotið sær bæði mjødnina og aðra økslina. Hesum seinna roknaðu teir ikki við var lív lagað”.
(Adventus Domini, Jógvan Isaksen, Mentanargrunnur studentafelagsins, 2007)
