Álvur Ákason 50 ár
03.10.22
Álvur Ákason hevur gjøgnum árini glett mong barnahjørtu - og helst eisini hjørtuni í teimum vaksnu. Í ár fyllir Álvur 50, og føðingardagurin verður hildin á ymsan hátt á bókasøvnum og stovnum í norðurlondum.
Í ár eru 50 ár síðani at Álvur Ákason sá dagsins ljós. Svenska Gunilla Bergström (1942-2021), var kvinnan handan Álv Ákason, og hon hevur bæði skrivað og myndprýtt bøkurnar um fitta kúllin, sum á svenskum eitur Alfons Åberg.
Álvur Ákason er ikki ein superhetja, hann eitt heilt vanligt barn. Álvur býr í íbúð saman við pápa sínum í einum svenskum býi. Søgurnar um Álv snúgva seg um eina rúgvu av gerandishendingum, sum flestu børn kunnu spegla sær í. Álvur spælir til dømis við vinfólkini, Virgar og Mallu, hann tímir ikki í song og onkuntíð lumpar hann góðsliga pápa sín. Í 1970 árunum, tá bøkurnar um Álv komu á marknaðin, var tað ikki sæð fyrr í barnabókmentum, at eitt barn búði hjá pápa sínum uttan eina mammu. Kortini munnu bæði mammur og pápar kenna seg aftur í pápa Álvi.
Fyrsta bókin um Álv var Góða nátt, Álvur!, sum kom út í Svøríki í 1972. Síðan tá eru komnar 25 bøkur um Álv, sum eru týddar til 35 ymisk mál. Fyrstu ferð føroysk børn kundu lesa um Álv Ákason á føroyskum var í 1988, tá Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út Knýt bara, Álvur!.
Stjórin í BFL, Niels Jákup Thomsen, hevur eitt heilt serligt samband við Álv. Tað er nevniliga Niels Jákup, sum hevur týtt allar Álvur Ákason-bøkurnar til føroyskt.
- Tað er ringt at taka nakra bók fram um aðrar, men Góða nátt, Álvur! er ein ótrúliga fitt søga.
Rundi føðingardagurin hjá Álvi verður hátíðarhildin á ymsan hátt í norðurlondum. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur í ár givið eitt savn við trimum klassikarum við Álvi út, Stuttleika tær saman við Álvi Ákasyni.
Álvur Ákason er fyrst og fremst ein fittur drongur, og søgurnar um hann lýsa eitt vanligt barnalív. Í 50 ár hava børn í ymsum aldri hoyrt søgurnar um Álv og ivaleyst eru vit mong, ið eru vorðin góð við hann. Hóast Álvur Ákason hevur verið til í 50 ár, er hann enn viðkomandi og fer helst eisini at vera tað tey næstu 50 árini.
Í sambandi við runda dagin, hava bókasøvn og onnur valt at hátíðarhalda Álv. Á Klaksvíkar bókasavni verður serligt tiltak um Álv Ákason hósdagin 13. oktober kl. 15.00.
Hesar bøkurnar um Álv Ákason eru komnar út á føroyskum:
1988 Knýt bara, Álvur
1990 Hvat segði pápi, Álvur?
1995 Tel um grýlur, Álvur!
1999 Góða nátt, Álvur!
1999 Lumpar tú pápa tín, Álvur?
2000 Skunda tær, Álvur!
2002 Hvar er Bus-Álvur?
2002 Hvussu víða røkkur Álvur?
2006 Álvur og hermannapápin
2012 Álvur við styrkiposanum
2013 Aldrinstíð! Segði Álvur Ákason
2014 Álvur Ákason. Tríggjar tær fyrstu søgurnar
2017 Álvur Ákason og vinir hansara
2020 Álvur Ákason – sniðskorin
2022 Stuttleika tær saman við Álvi Ákasyni. Tríggjar úrvaldar søgur