Bókaslúkurin: Kom á myndabókaverkstovu
17.01.24
Seinastu árini hevur Føroyar lesa verið partur av norðurlendska átakinum Bókaslúkurin, sum hevur til endamáls at gera arbeiðstilfar til myndabøkur. 9. apríl bjóða vit lærarum og námsfrøðingum á verkstovu í at brúka myndabøkur í skúlum og á dagstovnum.
Ein myndabók er ofta fyrsta bókin, vit hitta sum børn. Men okkum nýtist ikki at vaksa frá myndabókunum. Tær eru nevniliga sera spennandi at arbeiða við - eisini fyri størri børn.
Norðurlendski Bókaslúkurin hevur seinastu árini arbeitt við arbeiðstilfari til myndabøkur, sum í dag er savnað á heimasíðuni www.bokslukaren.org. Tilsamans er arbeiðstilfar gjørt til 37 myndabøkur.
Les eisini: Mumbo Jumbo á Bókadøgum
Á verkstovuni fara vit at arbeiða við myndabókum, og hvussu vit kunnu taka myndabøkur inn í dagliga arbeiðið. Endamálið við verkstovuni er at veita íblástur til lærarar og námsfrøðingar í at arbeiða við myndabókum í skúla og á dagstovni.
Verkstovan er skipað við uppleggi og arbeiðsuppgávum og vendir sær til námsfrøðingar og lærarar í mállærugreinum, list, bókavørðum og øðrum við áhuga fyri myndabókum.
Les meira um Bókaslúkin á: Soleiðis kunnu vit eisini arbeiða við myndabókum
Skeiðið verður í Skeiðsstovuni á Nám 9. apríl 2024, kl. 13-15. Til ber at luttaka umvegis Teams. Lærarar og námsfrøðingar í skúlaverkinum melda til á skeiðssíðuni hjá Námi.
Ert tú námsfrøðingur ella hjálparfólk og ikki knýtt/ur at skúla sendir tú okkum ein teldupost á: skeid@nam.fo