Vagnur Streymoy

16.09.20


Hvat er ein góð týðing?

Um ein týðing skal kallast góð, so skal hon ikki hava nøkur málslig lýti, tað er tað fyrsta, og harafturat skal hon “flóta” væl; skilt á tann hátt, at týðarin má vera varin, hvussu langt hann fer við týðingini; skal alt týðast, ella eru útlendsk nøvn og heiti í tekstinum, sum ikki skulu týðast? Týðingin má ikki fara burtur frá tí, ið rithøvundurin vildi hava fram; tí skal týðarin hava eitt vakið eyga við, at hann er trúgvur mótvegis tekstinum. Og fram um alt skal teksturin týðast soleiðis, at hann er lættur at lesa, og hann skal vera á góðum, føroyskum máli; ikki ov hátíðarligur og knortlutur.


Hvør bók, sum tú hevur týtt, hevur serliga fest seg?

Um eg skuldi valt eina av bókunum, ið eg havi týtt, sum serliga hevur fest seg, so er tað Bókin um Dust - Loyniliga samveldið eftir Philip Pullman. Eg velji hana, tí ein fantasy-bók sum hon hevur jú sín egna heim við øllum sínum verum og fyribrigdum, og at týða alt tað og fáa alt at hanga saman á góðum, føroyskum máli, ið ikki gerst ov hátíðarligt og torgreitt, er ein avbjóðing. Og tað kom eisini fyri, at orð máttu smíðast til týðingina, tí vit áttu ongi føroysk orð at brúka. Ein onnur avbjóðing var, at hon er næstan 700 síður, so ein ætlan mátti leggjast, hvussu nógv skuldi týðast hvønn dag fyri at kunna lata hana inn rættstundis, og tað bleiv til fimm týddar og rættlisnar síður um dagin.


Hvørjum leggur tú teg eftir, tá ið tú týðir, og hvat er mest avbjóðandi?

Eg royni altíð at brúka gott, føroyskt mál og at vera so trúgvur ímóti tekstinum sum gjørligt. Tað vil siga, at orð og heiti í tekstinum fáa sama týdning í týddu útgávuni sum í upprunatekstinum, tí tað kemur meir enn so fyri, at orð og heiti hava dupultan týdning; tað verður sipað til eitthvørt við orðinum, og tá er týdningarmikið, at týtt verður soleiðis, at lesarin eisini fangar tað. Størsta avbjóðingin í øllum týðingum er, at málið skal vera lætt at skilja, og tað skal, so vítt tað letur seg gera, vera eitt gerandismál, ið er livandi, og ikki ov stirvið og hátíðarligt. Lesarin skal ikki stríða seg ígjøgnum tekstin.


Hvørja bók týddi tú seinast, og týðir tú nakra nú?

Seinasta bókin, eg týddi, var Træhúsið í 104 hæddum. Hon er áttanda bókin í træhúsarøðini. Træhúsabøkurnar eru tær villastu og ørastu bøkurnar, eg nakrantíð havi lisið. Tað, ið ikki hendir í eini træhúsabók, ja, tað er ikki vert at nevna. Í løtuni týði eg ikki nakra bók.


Hví týðir tú bøkur?

Mær hevur altíð dámað mál, og eftir at hava hugsað eitt sindur um tað, helt eg, at eg skuldi fara at royna meg sum týðara. Eg haldi, at tað er ordiliga spennandi at byrja upp á eina bók og síggja, hvussu hon so líðandi gerst føroysk. Tá ið eg komi heim frá arbeiði, seti eg meg at týða, og eg læri nógv um bæði málini, sum eg siti við, og tað er sera gevandi. Eitt, sum er so stuttligt og týdningarmikið við týðingar-arbeiði, er, at vit fjálga um føroyska málið. Sjálvandi skulu vit lesa á føroyskum! Mær dámar eisini, hvussu tekstarbeiði styrkir meg málsliga. Tá ið eg arbeiði við eini bók, hugsi eg nógv um tær síðurnar, sum eg havi týtt, og knappliga kann eitt orð koma fram fyri meg, sum riggar betur enn tað, eg havi brúkt, og so er bara at leypa til telduna at fáa tað sett inn. At týða er blivið mítt ítriv, og mær dámar tað stak væl. Tað gevur ein deiligan frið at sita og týða, og torfør orð og setningar, ið eg ofta siti leingi við, eru bara ein avbjóðing, ið ger týðara-arbeiðið áhugaverdari.