Ummæli: Einki samband

15.09.20

Einki Samband er ein stutt skaldsøga eftir Arnar Már Arngrímsson. Hon er ein vælskrivað lýsing av lívinum og kenslunum hjá tí modernaða tannáringinum. Við litføgrum og ráum orðum ávísir hon serstakar kenslur; einsemi, øði, sjálvsiva og mangt annað, ið kann bylgjast inni í okkum ungu í dag. 


Kristian Dansson Kjelnæs ummælir


Søgan gongur fyri seg í Íslandi, har ið drongurin Sølvi, altso høvuðspersónurin, verður sendur út á bygd, har ið hann skal liva í hálvfems dagar uttan netsamband og telefon. Tit kunnu bara ímynda tykkum, hvat fyri ein lortastøða tað hevði verið. Uttan at avdúka ov nógv av søgugongdini kann eg lova tykkum, at tað er ein rusjibani av kenslum við einum enda, ið liggur í huganum langt aftaná, man er liðugur við søguna.


Persónliga haldi eg, at rithøvundurin rakar málbólkin sera væl, tí eg rokni við, at málbólkurin er ein sum eg, altso, ein tannáringadrongur, ið nýtir ov nógva tíð á internetinum. Tað er rættiliga lætt at kenna seg sjálvan aftur í søguni, serliga í innaru tankagongdini hjá Sølva og í mátanum hann tosar uppá. Alt í alt viðmæli eg bókina til dreingir í mínum aldri, umframt øll ið hava áhuga í at fáa betri innlit í hugsanirnar hjá nútíðartannáringum, kanska serliga dreingjum.