Tríggjar smábarnabøkur um at fara í bað

15.09.20

Her eru tríggjar góðar smábarnabøkur, sum snúgva seg um at fara í bað. Tað er stuttligt at lesa um tað, sum barnið kennir úr sínum egna gerandisdegi. Søgurnar seta orð á alt tað, sum vit gera og síggja, og barnið kann spyrja, taka uppaftur og siga frá, ímeðan tit lesa saman.


Her eru tríggjar góðar smábarnabøkur, sum snúgva seg um at fara í bað:


Hvalurin fer í bað

Ein stór og fitt pappbók um hvalin, sum fer í bað. Tað er so herligt! Men so vilja øll hini djórini eisini sleppa í bað. Fyrst kemur ein skjaldbøka inn, „Kann eg eisini sleppa í bað?“ Og GJUMS, PUMS – so liggur hon í baðikarinum. At enda verður tað alt ov trongt í baðikarinum, heldur hvalurin. Í bókini síggja vit djór, sum eru eitt sindur óvanlig, t.d. ein bævur og eina flamingo, og hetta er eisini forvitnisligt.


Hent at vita

Rithøvundur og myndprýðari: Susanne Strasser

Slag av bók: pappbók

Týðari: Marna Jacobsen

Forlag: Bókadeild Føroya LærarafelagsÚtgávuár: 2020

Tal á síðum: 22

Útgávuár: 2020

Aldursbólkur: 0-3 ár


Í bað

Ein fitt baðibók við eitt sindur av teksti, sum barnið kann hava við sær í bað. Tað er stuttligt, tí bókin skiftir lit í vatni. Við hesi bókini kunnu tit skvatla og gjumsa saman við froskum, fiskum og dunnuungum, tá barnið er í bað.


Hent at vita

Rithøvundur og myndprýðari: Pat-a-Cake, Mojca Dolinar

Slag av bók: baðibók

Týðari: Marna Jacobsen

Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags

Tal á síðum: 6

Útgávuár: 2019

Aldursbólkur: 0-3 ár


Harubarnið skal í bað

Ein stuttlig bók, sum leggur upp til, at lesararnir luttaka í søguni. Harubarnið skal í bað, og tit, sum lesa, mugu hjálpa tí. Rópa eftir henni, tá ið karið er fult, hjálp henni at koyra sjampo í hárið og at halda fyri eyguni, tá ið sápan skal skolast burtur. So verður harubarnið so snotiligt, tá ið tað er turkað, fønað og hevur fingið krem.


Hent at vita

Rithøvundur og myndprýðari: Jörg Mühle

Slag av bók: pappbók

Týðari: Marna Jacobsen

Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags

Tal á síðum: 22

Útgávuár: 2017

Aldursbólkur: 0-3 ár