Torir tú …

… at lesa onkra av hesum seks óhugnaligu bókunum? Allahalgannadagur er síðst í hesi vikuni og fyri at koma í rætta hýrin til hesa ófrættakendu hátíð, kanst tú til dømis (ó)hugna tær við søguni um  svartadeyða ella um spøkilsið, sum flenti, ella um okkurt heilt annað …



6. Spøkilsið sum flenti

Høvundar: Sólrun Michelsen, Sámal Soll, Lene Kaaberbøl, Kristín Helga Gunnarsdóttir, o.o.

Myndprýðarar: Áslaug Jónsdóttir, Edward Fuglø, o.o.

Aldursbólkur: Umleið 9-13 ár

Savn við fimtan spøkilsissøgum á øllum átta málunum í Norðurlondum. Søgurnar, ið umboða Føroyar eru: ”Ver ikki bangin” eftir Sámal Soll og ”Óvitar” eftir Sólrún Michelsen. Allar søgurnar eru prýddar við tekningum, ið listafólk úr øllum Norðurlondum hava gjørt.


5. Vinur mín, Bartal

Høvundur: Mats Wanblad

Týðari: Hjørdis Heindriksdóttir

Myndprýðari: Pelle Forshed

Aldursbólkur: Umleið 6-9 ár

Les eina stuttliga søgu um Ebbu, sum fær ein nýggjan vin. Hann eitur Bartal og líkist einum skrímsli. Bartal er hvørki óndur ella óhugnaligur, hóast hann sær soleiðis út, og hóast hann býr í einum húsi, sum kallast Skrímslagarðurin.


4. Níðstongin - fyrsta bók í PAX-røðini

Høvundur: Åsa Larsson og Ingela Korsell

Týðari: Súsanna Berg

Myndprýðari: Henrik Jonsson

Aldursbólkur: Umleið 8-12 ár

Alvi og Viggo eru útvaldir at verja tað loyniliga bókasavnið í Mariefred. Okkurt yvirnatúrligt er við at henda, og skjótt verður tað vandamikið. Í skúlanum er heldur ikki gott at vera, tí har er tann troyttandi Símun og hansara harkalið, sum halda seg eiga alt og øll. Les fyrstu bókina í væl umtóktu PAX-røðini, har djørv børn berjast móti skrímslum.


3. Náttarskrímslið

Høvundur: Mats Strandberg

Týðari: Sigrið Jógvansdóttir

Myndprýðari: Sofia Falkenhem

Aldursbólkur: Umleið 7-11 ár

Á degnum, tá ið Frank fyllir níggju ár, hendir nakað, sum broytir lív hansara. Tann lítli, ullinti hundurin hjá grannanum, Uffi, verður so uppøstur, at hann bítur Frank í fingurin, og so fer Frank at droyma løgnar dreymar. Í dreymi hevur hann skinn um allan kroppin, og hann rennur í skóginum á fýra beinum. Tað einasta, hann vil, er at blíva kíndur. Men hví blíva øll so bangin?


2. Vampýrur – skelkandi burturmista dagbókin hjá Dr. Cornelius Van Helsing

Høvundur: Mary-Jane Knight

Týðari: Anna Maria Reinert Hansen

Myndprýðari: Gary Blythe, Philip Jacobs og Mike Peterkin

Aldursbólkur: Umleið 8-12 ár

Cornelius van Helsing er vísur í, at Dracula er endurrisin og saman við hjálpara sínum, Gustavi de Wolff, fer hann at leita eftir honum. Hendan bókin er full av loynidómum og undarligum lutum, sum liggja goymdir her og har.


1. Svartideyði og aðrar spøkilsissøgur

Høvundar: Gitte Klein, Øssur Winthereig, Arnbjørn Ó. Dalsgarð, Dánial Hoydal, Steintór Rasmussen, Rakel Helmsdal, Vónbjørt V. Solmune, Edmund Joensen, Firouz Gaini og Valdemar á Løgmansbø

Myndprýðari: Jóannes Lamhauge

Aldursbólkur: Umleið 10-14 ár

Savn við tíggju spennandi søgum. Um flennandi húðarklæddar skøltar, um ungan mann í hamferð, um gult, slímut, blóðsprongt eyga, um sms-boð, ið boða frá ófrættum og mangt, mangt annað óhugnaligt. Set teg í ein góðan stól okkurt kvøldið, tá ið vindurin ýlir, og tað oysir niður.



1/1

SAMBAND

SNARVEGIR

FYLG OKKUM

  • White Facebook Icon
  • White YouTube Icon
  • Instagram

Føroyar lesa skal vera við til at skapa lesigleði, seta føroyska málið í miðdeplin og skapa karmar fyri eini góðari lesimentan.

© 2021 Føroyar Lesa | Heimasíða frá savna.fo