Selma Herup

16.09.20

Navn: Selma Herup

Aldur: 39

Starv: HR fulltrúi


Á náttborðinum liggja...

- A tale of two cities eftir Charles Dickens og Alheimsins einglar eftir Einar Már Guðmundsson.


Eg elski at lesa:

- Eg elski at lesa og at merkja, at eg vitji ein ókendan heim. Og er bókin góð, hendir tað jú heilt av sær sjálvum - ein kann ikki lesa, uttan at verða drigin inn í bókina.


- Fyri tíðina dámar mær væl at fordjúpa meg í filosofiskum og psykologiskum bókum, og bókum, sum viðgera evni, sum geva mær nakað at hugsa um.


- Mín lesiáhugi fevnir breitt, og áhugin flytur seg við tíðini og lagnum. Mær dámar væl góðar krimibøkur, bæði gamlar og nýggjar hjá t.d. Lizu Marklund, Jo Nesbø, Jógvan Isaksen, Agathu Christie o.s.fr. og um tað skal verða lætt og undirhaldandi, so lesi eg stuttligar ’kvinnubøkur’, so sum tær hjá írsku Marian Keyes.


- Eg lesi altíð tær bøkurnar, sum ’øll lesa’, so sum Da Vinci Code, Millennium trilogiina hjá Stieg Larsson o.s.fr. Tað er týdningarmikið fyri meg at hava lisið tær, so eg kann fylgja við, tá fólk tosa um tær. Hetta er eisini galdandi fyri føroyskar bókmentir, sum ein bara ’eigur at lesa’.


- Tá ið eg var barn og ung í Æðuvík, las eg sera nógv, og allar mínar fríløtur fóru við at lesa. Tað havi eg arvað frá mammu míni. Áðrenn eg dugdi at lesa, hoyrdi eg nógvar søgur um fjørutrøll og huldufólk, og tað hevur nokk eisini kveikt lesiáhugan. Í dag lesi eg slett ikki líka nógvar bøkur, sum eg plagdi. Nú skal eg finna mær tíð til at lesa, so tað er vanliga, tá ið eg eri farin í song, at eg opni bókina. Men tá eg geri okkurt praktiskt, leggi klæðir saman, ruddi ella venji, dámar mær væl at hava eina ljóðbók at lurta eftir.


Hvørja bók vilt tú viðmæla?

- Tað eru sera nógvar bøkur sum kunnu viðmælast, men tann sum kemur mær til hugs beint her og nú, er Undtagelsen eftir Christian Jungersen. Hon er ikki bara ein góð og spennandi søga, hon setur eisini nógvar tankar í gongd, elvir til sjálvrannsakan og kemur veruliga undir húðina.


Hevur tú eina yndisbók ella yndishøvund?

- Nei, eg havi onga yndisbók sum so, tað er alt ov torført at velja, tí tað broytist allatíð. Tað kemur heilt ann uppá, hvar eg eri í lívinum, og tað eru so nógvar fantastiskar bøkur.


- Eg minnist tó, at mín fyrsta veruliga yndisbók, sum eg las sjálv, var Mio mín Mio eftir Astrid Lindgren, tann bókin var heilt gandakend fyri meg, og tá eg lesi hana aftur nú, minnist eg so væl huglagið og tær kenslurnar av spenningi og ótta, sum eg hevði sum 9 ára gomul. 


- Sum lítil er ein meira einfaldur og las bara søguna beint fram, og tí er tað stuttligt at lesa hana aftur sum vaksin, tí nú sær ein betur, hvat liggur aftanfyri. Nú, tá ið eg lesi hana aftur fyri dóttrini, veit eg, at vit ikki hoyra tað somu søguna, og tað haldi eg er nokk so serligt fyri eina barnabók.


Hvør bók stendur næst á ynskilistanum?

- Fyrst og fremst ætli eg at lesa Dødevaskeren og Skyggedanseren eftir Sara Omar. Tað eru nógvar týdningarmiklar bøkur, sum eg ikki havi lisið, og tí havi eg eisini ein lista av klassikarum, sum eg ætli mær at lesa í næstum. Á listanum eru t.d. 1984 eftir George Orwell, De sataniske vers eftir Salman Rushdie og Brøðurnir Karamazov eftir Fjodor Dostojevski. Eg veit ikki, um mær dámar tær, men tað eru bøkur, sum ein bara eigur at hava lisið.