Nýtt átak: Kom og les

09.06.21

Komandi skúlaár fer Føroyar lesa at bjóða lærarum og næmingum at vera við í einum átaki at menna lesingina millum næmingar í 3. og 4. flokki.


Við átakinum “Kom og les” er endamálið at styrkja og menna lesingina soleiðis, at næmingarnir gerast tryggir og støðufastir lesarar. Orsøkin til at Føroyar lesa og Nám seta fokus á júst lesingina, eru nýggjar lesivanakanningar, sum staðfesta, at einans 3. hvør næmingur í 4. og 6. flokki í Føroyum lesur regluliga.


- Hetta er álvarsligt, tí tað er sera týdningarmikið, at næmingar í miðdeild hava hug og hegni at lesa og læra í øllum lærugreinum. Tí velur Nám við Føroyar lesa at fara undir eina miðvísa tilgongd at seta fokus á lesing í samstarvi við skúlarnar, sigur Emmy Joensen, námsfrøðiligur ráðgevi og samskipari av átakinum.


Ætlanin er, at lesiátakið komandi skúlaár skal verður partur av vanligu undirvísingini í føroyskum og natúrligur partur av ársætlanini. Átakið er skipað í tríggjar partar, sum fevna um at venja lesiferðina hjá næminginum, at skapa góðar lesivanar og ikki minst at birta upp undir lesigleðina hjá næminginum við at eggja til at lesa bøkur frá byrjan til enda.


Freistin fyri at melda til lesiátakið er tann 25. juni. Væntað verður, at luttakandi skúlar melda seg til í minsta lagi tvey av skeiðunum. Lesiátøkini byrja við innleiðsludegi á Námi, har nærri verður greitt frá innihaldinum í einstøku skeiðunum. 


Skriv er sent skúlunum um átakið og til ber at lesa nærri um skeið og tilmelding í skeiðskalendaranum hjá Námi.


Føroyar lesa vónar, at undirtøk er fyri átakinum.